Fótbóltur

Hálvfinaluplássini uppá spæl í kvøld

Skandinavisku londini eru favorittar í sínum uppgerðum.

Sander Sagosen og Norra skulu stríðast við Spania - sviar bresta saman við Katar (Mynd: EPA)

Sander Sagosen og Norra skulu stríðast við Spania - sviar bresta saman við Katar (Mynd: EPA)

2021-01-27 14:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Átta lið eru eftir í stríðnum um heimsmeistaraheiti í hondbólti hjá monnum, og í kvøld verða fjórðingsfinalurnar leiktar.

Fjórðingsfinalurnar

Mikudagin 27.01

16.30: Danmark - Egyptaland
19.30: Svøríki - Katar
           Spania- Noreg
           Frakland - Ungarn

Størstu favorittarnir eru Danmark og Svøríki. Tó kunnu vertirnir og Katar gera ein vørr við sínum fysikki, og Katar hevur toppskjúttan í kappingini Frankis Marzo (53 mál).

Danir hava vunnið allar sínar dystir sera trygt, og størsta avbjóðingin í løtuni er búkilska, ið Mikkel Hansen og aðrir hava verið raktir av. Jóhan á Plógv hevur eisini havt trupulleikar av tí, og hann er ikki í hópinum í kvøld. Sviar høvdu fleiri skaðar til kappingina, og tí varð ikki so nógv væntað av heldur unga liðnum.

Frakland hevur vunnið allar teir seks dystirnar, sum liðið hevur spælt, og nógv bendir á, at tann sjeyndi sigurin kemur í hús í kvøld. 

Tann mest spennandi fjórðingsfinalan á pappírinum er tann ímillum Spania og Noreg. Tað eru tvífaldu evropameistararnir, ið bresta saman við liðnum sum nú ógvuliga gjarna vil hava fatur á einum gulli.

Ógvuliga nógv hjá Noreg hongur á Sander Sagosen, sum kann gerast lykilin ímóti roynda og sterka spanska liðnum í kvøld.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder