StÍF skuldi vinna við minst fimm málum í Hoyvík í gjárkvøldið fyri at tryggja sær atgongumerki til hálvfinaluna í Faxe Kondi kappingini hjá monnum,
Talan gjørdist um ein spennandi dyst, men gestirnir vóru ongantíð nær við at røkka málinum um greiðan sigur. H71 vann 32-31 og endar harvið ovast í bólkinum við fullum stigatali.
Tað verður eftir øllum at døma Kyndil, sum fer víðari við sum 2'ari í bólkinum. Seinasti dystur verður á Hálsi í kvøld klokkan 20. Har vitjar Team Klaksvík, og skal útiliðið í kvøld vinna við minst fimm málum, um okkurt skal broytast í bólkinum.
Støðan nú bert ein dystur er eftir í bólkinum
Faxe Kondi-kappingin (menn) - bólkur 2
Í gjár, mikudagin 11.12
H71 - StÍF 32-31 (15-14)
Toppskjúttar: Rókur Ziskason og Brian Slyne 9 mál (H71) - Trúgvi Hávardsson 7 mál (StÍF)
Í dag, hósdagin 12.12
20.00: Kyndil - Team Klaksvík
Í hinum bólkinum var bert spenningur um, hvør skuldi vinna vinna. VÍF og KÍF spældu beinleiðis finalu í Vestmanna. Har var leingi talan um ein javnan dyst, men seinasta korterið høvdu vestmenningar yvirtakið - og skoraðu millum annað fýra mál á rað.
Steypavinnararnir vunnu bólkin og skulu harvið helst spæla móti Kyndli í hálvfinaluni. Í hinari hálvfinaluni spæla H71 og KÍF.
Faxe Kondi-kappingin (menn) - bólkur 1
Í gjár, mikudagin 11.12
VÍF - KÍF 28-25 (16-16)
Toppskjúttar: Óla Jákup Gaard Olsen 8 mál, Filip Jojic 7 mál (VÍF) - Bárður Dam og Hans Eli Sigurbjørnsson 7 mál
Neistin - H71 2 33-20 (18-10)
Toppskjúttar: Dánjal Tórgarð (H71) 9 mál, Kjartan Brimnes (Neistin) 6 mál
Dómaraseðil
Endaliga støðan í bólkinum - VÍF og KÍF eru víðari
Steypavinnararnir 2024 eru í hálvfinalunum, sum verða spældar í januar-februar 2025 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Bólkaspælið hjá kvinnum fór í gongd nakað áðrenn EM-steðgin og varð tikið uppaftur í Vestmanna í gjár. Har vann VÍF við heili 22 málum á VB.
Tað var í bólki 1. Har hittast Kyndil og H71 í kvøld. Fult umfar er eisini í bólki 2. Um bæði Neistin og StÍF vinna, so eru tey bæði víðari til hálvfinalurnar. Til ber at fylgja gongdini í dystunum á forsíðu okkara.
Skráin í kvøld. Til ber at stroyma - fyri eitt gjald - á live.hsf.fo. Beinleiðis dagføringar eru ovast á Portalinum
Skíggjamynd: portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald