Fótbóltur

Hálvleikur: Besiktas á odda 2-0

B36 berjist sum úlvur á skóg, meðan Besiktas eigur bóltin.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2018-07-26 19:54 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nú farið verður til hálvleik er støðan 2-0 til Besiktas. Sum væntað er tað turkiska stórliðið, sum stýrir spælinum, og hóast B36 hevur lagt seg eftir at berjast sum úlvur á skóg tá vart verður, so hevur ikki eydnast at steðga evnaríku áleyparunum hjá Besiktas.

Dysturin var bert 7 minuttir gamal, tá Besiktas legði seg á odda. Ein bóltur varð skotin fram móti B36 feltinum, har Jeremain Lens var staddur við rygginum móti málinum. Eingin B36 leikari var nóg tætt honum, og við bringuni tók hann flott bóltin niður, sneiddi sær á, tók eitt trekk, og smekkaði bóltin í málið við heimaru stong uttan at Rói Hentze í B36 málinum fekk gjørt tað stóra. Eitt flott mál og 0-1 til Besiktas.

Besiktas økti um leiðsluna eftir 26 minuttir. Útiliðið hevði horna í vinstru síðu, og innleggi var lágt og hart. Gokhan Gonul var meiri vakin enn hinir og rennur fram móti fremru stong og snittar flott bóltin við uttaru síðu av fótinum og í málið. Nú var 2-0 til Besiktas og hetta gjørdist eisini hálvleiksstøðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder