Fótbóltur

Hálvleikur í Differdange: KÍ er ein mann í yvirtal

Eftir VAR-check hevur Joan Bedouret hjá FC Differdange fingið reytt kort fyri leik, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur. Fyritreytirnar hjá KÍ eru tí broyttar nakað.

Páll Klettskarð, ið er blivin mansuppdekkaður og blivin nógv takklaður í dagsins dysti, avmyndaður í fyrra dystinum. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Páll Klettskarð, ið er blivin mansuppdekkaður og blivin nógv takklaður í dagsins dysti, avmyndaður í fyrra dystinum. (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-17 18:27 Author image
Áron Vest
placeholder

KÍ hevur ikki havt nakað nevnisvert at bjóða uppá allan fyrra hálvleik. Ikki ein einasta roynd uppá mál og var tað aldrin soleiðis, at liðið vísti tenn í spælinum frameftir. Einasta roynd hjá KÍ, har nakað sum helst kundi spurst burturúr, hevði Árni Frederiksberg - tó til fánýtis.

Málverjin hjá KÍ, Mark Fabricius Jensen, framdi eina fantombjargin, og hevur staðið sera væl millum stengurnar.

Tá ein góður hálvur tími var spældur, fór Joan Bedouret hjá FC Differdange í eina heldur ógvusliga takkling. Fyrst metti dómarin, at talan var um hasarderaða takkling, ið gevur gult kort, men VAR dómararnir fingu høvuðsdómaran at endurskoða støðuna. VAR dómurin fall í góða jørð fyri KÍ leguna, tí gult kort bleiv broytt til reytt.

Sostatt eru KÍ ein mann í yvirtal og broytir hetta fyritreytirnar hjá KÍ markant. Nú ræður um at halda fast í tvey-máls leiðsluni, við einum manni í yvirtali.

KÍ er nú bara 45 minuttir frá øðrum umfari í Champions League, ið tryggjar teimum 5,5 milliónir í inntøkum og sum ger, at teir í næstu viku skulu til Svøríkis at spæla móti Malmö FF. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder