Á almennari samkomu í morgin mikudagin klokkan 16, fer Róðrarfelagið Knørrur at handa Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, undirskriftir frá 832 fólkum.
Tey heita á løgmann um at gera sína ávirkan galdandi, nú Løgmansskrivstovan tann 1. apríl vil koyra Róðrarfelagið Knørr úr Evensens pakkhús við stórum vanda fyri, at felagið endar á gøtuni.
- Bárður fær undirskriftirnar handaðar í leikluti sínum sum verji fyri føroyskari ítrótt. Ein heiður, ið fylgir við løgmansstarvinum, sigur Róðrarfelagið Knørrur.
Felagið sigur, at hóast fleiri royndir hava verið gjørdar, men tað hevur ikki borið á mál at finna annað pláss við sjóvarmálan í Havn, og at Evensens pakkhús er einasti møguleiki, um virksemi felagsins skal halda fram.
Um trý ár fer Róðrarfelagið Knørrur annars at kunna hýsa bátum sínum í egnum neysti í Álakeri. Til tá er vónin at finna eina loysn við núverandi hølum.
Tað er landið sum eigur pakkhúsið, og skal nú brúka hølini til viðarbular, sum skulu brúkast til Stokkastovuna, sum verður umvæld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald