Fótbóltur

Hann sigraði og er nú aftur

Venjarin við bestu evropeisku úrslitunum í føroyskari fótbóltssøgu vitjar í kvøld í Klaksvík við sínum B36-liði. Eitt ávíst trýst er á báðum liðunum.

Í fjør vann Magne Hoseth sannførandi FM-heitið við KÍ, og vann hann eisini fleri evropeiskar dystir við felagnum Fyri einum mánaði síðani vendi 43-ára gamli norðmaðurin aftur til føroyskan fótbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Í fjør vann Magne Hoseth sannførandi FM-heitið við KÍ, og vann hann eisini fleri evropeiskar dystir við felagnum Fyri einum mánaði síðani vendi 43-ára gamli norðmaðurin aftur til føroyskan fótbólt (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-04 13:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í november 2022 varð hann settur sum avloysari hjá Mikkjali Thomasen í Klaksvík. Maðurin við 22 landsdystum fyri Noreg og einari langari yrkisleið í serliga Molde men eisini millum annað FCK. Royndirnar sum høvuðsvenjari vóru ikki har, men Magne Hoseth endaði sum oddamaðurin fyri tí, sum varð tað størsta og longsta evropeiska ævintýrið hjá einum føroyskum felagi.

Fyrst sló KÍ ungarsku meistararnar út úr Champions League, síðani teir svensku, og síðani var tað so at siga so nær við sum gjørligt, at føroyameistararnir koppaðu teimum norsku meistarunum yvir tveir dystir. Tað endaði í longdari leiktíð á gamla heimavøllinum hjá Hoseth í Noreg, men ístaðin fyri nógvar fleiri milliónir, Galatasaray og framhaldandi Champions League-gleim, endaði KÍ í Europa League play-off umfarinum.

[object Object]
Magne Hoseth takkar mongu føroysku áskoðarunum eftir dystin á Aker leikvøllinum í Molde. Har hevur venjarin havt mangar stórar løtur - hendan í triðja umfari í Champions League var nær við at gerast ein slík (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Har var man júst ov stuttir móti Sheriff Tiraspol, men KÍ varð fyrsta føroyska felagið, sum spældi í einum evropeiskum bólkaspæli. Tað eydnaðist at vinna 3-0 á slovensku meistarunum á Tórsvølli og eisini at spæla málleysan javnleik móti mæta Lille úr Fraklandi.

Conference League-bólkaspælið endaði ikki fyrrenn júst 14. desember í júst Lille. Ein mánaða seinni var Magne Hoseth farin úr KÍ. Uppihaldið í Lyngby og donsku Superliguni varð heilt stutt - 50 dagar - og nú er 43-ára gamli norðmaðurin í B36. 

Les eisini: Magne Hoseth: Nakað heilt serligt at arbeiða í Føroyum

[object Object]
Magne Hoseth og KÍ í bólkaspælinum í Conference League (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Aftur í Klaksvík um nakrar tímar (Mynd: Sverri Egholm)

Evropeiskt pláss og møguligt meistarastríð

Í kvøld vitjar Magne Hoseth aftur á gamlar gøtur - tó á nýggjum graslíkisvølli. KÍ hevur júst skift vøllin og skal fáa eina góða byrjan har, umframt góða upptakt til Evropa.

Bæði liðini skulu spæla evropeiskar dystir næstu vikurnar. Í løtuni roynir B36 at koma upp á evropeiskt pláss. Av tí at B36 vann á Skála leygardagin, og tí júst KÍ vann á NSÍ kvøldið fyri, kann árstalsfelagið í kvøld koma undir liðuna á NSÍ á 4. plássinum.

B36 hevur havt ilt við at vunnið dystir seinastu mánaðirnar, men Hoseth og hansara menn hava nú vunnið tríggjar dystir á rað. Í 2. umfari koppaði B36 føroyameistarunum, tá teir vitjaðu í Gundadali. Nú skal KÍ løna aftur, og Espen Haug og hansara menn skulu aftur prógva seg móti liðið úr ovaru hálvu.

Hetta er 16. umfari. Eftir 16 umfør í fjør, undir Magna Hoseth, hevði KÍ fult stigatal og hevði so gott sum tryggjað sær triðja føroyameistaraheitið á rað. Í ár hevur KÍ verið rakt av nógvum skaðum, og liðið hevur ikki fingið tað heilt at hingið saman. Um KÍ skal hava nakran leiklut í FM-stríðnum í 2024, so krevst ein sigur í kvøld: Annað av liðunum omanfyri seg, ella bæði, fær ikki fult í Norðragøtu. 

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, hósdagin 04.07

18.30: 
Víkingur - HB
KÍ - B36

Les eisini: Sarpugerði karmur um størsta dystin higartil í kappingasrárinum

Í gjár, mikudagin 03.07
Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' Bárður Ólavsson Jensen (Fríði í Túni Petersen)
83' Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)

Sí meira um dystin her
Les eisini: Fingu hvør sítt stig á Skála

Fríggjadagin 05.07
19.00: NSÍ - 07 Vestur

Leygardagin 06.07
14.00: ÍF - EB/Streymur

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig *
8. B68 11 stig *
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder