Fingu hvør sítt stig á Skála

Teir hjá kappingarneytunum í botninum eru helst meira nøgdir við úrslitið, enn Skála og B68 eru. Carlos Ferreira javnaði í sínum seinasta dysti fyri Skála.

Bárður Ólavsson Jensen legði B68, sum í kvøld var í bláum og svørtum, á odda (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Bárður Ólavsson Jensen legði B68, sum í kvøld var í bláum og svørtum, á odda (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-03 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað vóru nógvir nærdystir og nógvar skeivar sendingar, ið setti sín dám á, á Skála í kvøld. Í væl størri mun enn gott og vælskipað fótbóltsspæl við bóltinum. Talan var um tvey lið, ið stríddust manniliga fyri stigum í botnstríðnum - tey fingu eisini hvør sítt.

Heimaliðið var spælstýrandi og meira vandamikið fyri steðgin. Í fyrsta álopinum vildi Skála hava brotsspark, tá Tórður Thomsen kom út, og kundi hetta helst væl verið dømt. Skála burdi eisini fingið meira burturúr einari 3 móti tveimum støðu, men tað varð til einkis.

Ístaðin var tað B68, sum legði seg á odda. Eftir innkast varð skjótt og gott spæl í høgru, innlegg frá Fríða í Túna Petersen og við aftaru stongd søkti bert Bárður Ólavsson Jensen bóltin og fekk beinið á. Toftamaðurin spældi á vinstra vongi, nú Alex Mellemgaard var aftur á vinstra bakki hjá B68.

Skála royndi at svara aftur, men tað gekk striltið at fáa mál, hóast nakrar góðar støður. Hetta hevur verið so hjá Skála í nøkrum dystum teir seinastu vikurnar. Tórður Thomsen hevði eina stórbjarging, men í 83. minutti gekk ikki meira at halda nullið hjá B68.

Jákup Jakobsen setti tveir B68'arar av á miðjum vølli, áðrenn miðverjin og liðformaðurin hjá Skála hevði perfekta sending í dýbdina til Carlos Ferreira. Innskifti portugisiski áleyparin var ikki rangstaddur, var metingin, og komin inn í brotsteigin setti hann bóltin væl í málið til 1-1.

Fimta málið í ár hjá Carlosi og eisini tað seinasta fyri Skála. Toppskjúttin í 1. deild í fjør flytir nú av landinum aftur - hann og felagið eru samdir í at slíta samstarvið.

Skála kundi betri sættast við eitt stig, í mun til stigatalvuna, meðan teir B68 noyddurst at ásanna, at tað ikki hevði verið í tráð við avrikið og leikgongdina, um útiliðið fekk trý stig. Bæði liðini høvdu annars spentar støður síðstu løtuna.

B68 verður verandi omanfyri strikuna í summarsteðginum, og uppflytararnir halda 7. plássinum. ÍF og EB/Streymur spæla leygardagin.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í kvøld, mikudagin 03.07

Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' Bárður Ólavsson Jensen (Fríði í Túni Petersen)
83' Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)

Sí meira um dystin her

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig
8. B68 11 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

Ein dyst fleiri

Í morgin, hósdagin 04.07
18.30: 
Víkingur - HB
KÍ - B36

Les eisini: Stórdystir á skránni í annaðkvøl

Fríggjadagin 05.07
19.00: NSÍ - 07 Vestur

Leygardagin 06.07
14.00: ÍF - EB/Streymur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder