Seinasta umfar undan summarsteðginum í Betrideildini kann gerast heilt týðandi fyri, hvussu restin av kappingini sær út.
Um eina løtu spæla Skála og B68 á Skála, har úrslitið hevur nógv at siga fyri botnstríðið.
Les meira: Skulu hava stig áðrenn summarferiuna á Skála
Ein veruligur botndystur verður í Fuglafirði leygardagin, fríggjakvøldið er tað evropeiskt pláss í miðdeplinum við Løkin, og í morgin eru stórdystir í Sarpugerði og við Djúpumýru.
16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í kvøld, mikudagin 03.07
18.30: Skála ÍF - B68
Í morgin, hósdagin 04.07
18.30:
Víkingur - HB
KÍ - B36
Fríggjadagin 05.07
19.00: NSÍ - 07 Vestur
Leygardagin 06.07
14.00: ÍF - EB/Streymur
Støðan Betri deildin menn
1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig
4. NSÍ 25 stig
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig
Víkingur kann av álvara leggja sjógv millum seg og HB í annaðkvøld. HB tapti í Sarpugerði 15. mars men hevur síðani vunnið í fyrru hálvfinaluni millum liðini í steypakappingini í morgin. Fyri liðið hjá Adolfo Sormani snýr tað seg fyrst og fremst um ikki at tapa hendan dystin, so at seinna hálva ikki verður tyngri.
KÍ roynir framvegis at jagstra og vil eisini fáa eina góða upptakt til Champions League. B36 skal eisini út í Evropa - við Magna Hoseth á odda. Norðmaðurin leiddi KÍ søguliga langt í Evropa í fjør, tá felagið eisini vann FM. Í morgin verður Hoseth aftur í Klaksvík.
Magne Hoseth hevði í 2023 heimavøll í Klaksvík (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald