Fótbóltur

Skulu hava stig á Skála áðrenn summarferiuna

B68 kann koma undir liðuna á Skála við einum sigri í kvøld. Hinvegin skal heimaliðið royna at flyta seg longur frá botnstríðnum.

Karl Martin Johansen og Skála hava týðandi uppgávu á skránni sum tað seinasta áðrenn summarsteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Karl Martin Johansen og Skála hava týðandi uppgávu á skránni sum tað seinasta áðrenn summarsteðgin (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-03 13:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Summarfrítíðin hjá fleiri føroyskum liðum nærkast, og í kvøld fer seinasta umfar hesumegin feriuna í gongd. Hetta við dysti Undir Mýruhjalla á Skála, har B68 vitjar.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í kvøld, mikudagin 03.07

18.30: Skála ÍF - B68 

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

Tað er nummar 7, ið tekur ímóti nummar 8. Harvið hevur dysturin nógv at siga fyri niðara partin av stigatalvuni. 

29. apríl vann Skála 3-1 á B68, tá liðini hittust á sama stað. Síðani hevur B68 tó roynt at vunnið dystir, og í síðstu viku eydnaðist liðnum hjá Jákupi á Borg at koppa HB. 

[object Object]
B68 sigraði fríggjakvøldið og skal nú royna at fáa annan sigurin á rað (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið koma toftamenn yvirum fjørð við góðum sjálvsáliti. Hjá Skála hevur gingist meira striltið at fingið stig í seinastuni: Bert í einum av teimum seinastu sjey dystunum (ÍF á heimavølli 1. juni)

Lagt er upp til tættan dyst, og byrjar hann klokkan 18.30. Til ber at fylgja við á forsíðu okkara.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder