Fótbóltur

Sarpugerði karmur um størsta dystin higartil í kappingarárinum

Hvussu oddurin í Betrideildini sær út í summarsteðginum, verða vit klókari uppá í kvøld. Oddaliðið Víkingur tekur móti tættasta kappingarneytanum HB klokkan 18.30.

Ingi Jonhardsson er tøkur aftur fyri Víking, og skoraði kviki lámi spælarin í seinasta umfari. Hanus Sørensen hevur flest upplegg í deildini (10) saman við Peturi Knudsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Ingi Jonhardsson er tøkur aftur fyri Víking, og skoraði kviki lámi spælarin í seinasta umfari. Hanus Sørensen hevur flest upplegg í deildini (10) saman við Peturi Knudsen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-04 12:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað verður Víkingur, sum stendur sum oddalið í summarsteðginum í Betrideildini - uttan so at HB vinnur við níggju málum. Hetta er greitt undan stóruppgerðini í Sarpugerði í kvøld. Tann stóri spurningurin er, hvussu stórur munurin á oddaliðnum verður eftir 16. umfar.

16. umfar í Betrideildini hjá monnum
Í dag, hósdagin 04.07

18.30: 
Víkingur - HB
KÍ - B36

Les eisini: Stórdystir á skránni í kvøld

Í gjár, mikudagin 03.07
Skála ÍF - B68 1-1 (0-1)
19' Bárður Ólavsson Jensen (Fríði í Túni Petersen)
83' Carlos Ferreira (Jákup Jakobsen)

Sí meira um dystin her
Les eisini: Fingu hvør sítt stig á Skála

Fríggjadagin 05.07
19.00: NSÍ - 07 Vestur

Leygardagin 06.07
14.00: ÍF - EB/Streymur

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 21 stig
7. Skála ÍF 14 stig *
8. B68 11 stig *
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri

HB snávaði á Svangaskarði fríggjakvøldið. Frammanundan høvdu kappingarneytarnir bert tapt ein dyst hvør í fyrstu 14 umførunum: Víkingur í Klaksvík 12. mai og HB á útivølli móti júst Víkingi í 2. umfari.

Liðið hjá Adolfo Sormani hevur ikki heilt ráð til at tapa annan dystin á rað. Í so fall vildi Víkingur verið seks stig omanfyri í summarsteðginum og við einari greitt betri málúrttøku (telur næstan sum eitt eyka stig). 

Tað eru framvegis 11 umfør eftir hinumegin steðgin, og í báðum legunum vita teir, at kappingarárið er langt. Tó skal týdningurin av dystinum í Sarpugerði - eisini sinnisliga -ikki undirmetast. Víkingarnir tapa ógvuliga sjálvdan á heimavølli og hava fleiri spælarar, sum kunnu verða avgerandi. Leygardagin móti EB/Streymi varð Sølvi Vatnhamar spardur, men nú legst hann afturat Poul Kallsberg, Olafi Bárðarsson, Jørgeni Nielsen og Finnur Justinussen í álopskenda partinum.

Les eisini: Arnbjørn Svensson: - Er ein styrki at hugsavna seg um egna uppgávu

[object Object]
Geza Turi skoraði, tá HB vitjaði í 2. umfari. Miðvallarin hevur av álvara skarað framúr í 2024 og kann gerast lykilin í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hjá HB hongur nógv á Áka Samuelsen og Hanusi Sørensen í hesum partinum. Víkingur hevur bert latið 7 mál inn í Betrideildini, men í 2. umfari og í hálvfinalunum í steypakappingini - eisini henni sum varð blást av - skoraði HB móti Víkingi. Liðið hevur verið ein sterkari eind í ár enn undanfarin ár, men tað kann fara at merkjast, at Bartal Wardum er skaddur.

Talan er um sterkastu liðini í verjustøðu í deildini, og serliga Víkingur hevur skarað framúr í álopskenda spælinum. Hetta eru eisini liðini, ið síggja út til at vera kropsliga best fyri í Betrideildini og roknast kann við tøttum og inntensum dysti í kvøld.

Portalurin verður á staðnum - við millum annað mikrofon og myndatóli. Til ber at fylgja gongdini á forsíðu okkara frá klokkan 18.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder