Fótbóltur

- Er ein styrki at hugsavna seg um egna uppgávu

Og eisini at tað eru fleiri ymiskir málskjúttar, staðfestir Arnbjørn Svensson fyri Portalinum. Víkinga-miðverjin veit, at tað verður stórur dystur móti HB hóskvøldið men minnir á, at tað enn er nógv eftir av kappingini.

- Man vil ikki, at tað skal verða ein øðrvísi tankagond, men tað verður tað sjálvandi partvíst. Vit fylgja allir væl við í føroyskum fótbólti, so allir høvdu fingið úrslitið á Toftum við, staðfestir Arnbjørn Svensson. Nú er skjótt spenanndi dystur í Sarpugerði á skránni millum HB og Víking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

- Man vil ikki, at tað skal verða ein øðrvísi tankagond, men tað verður tað sjálvandi partvíst. Vit fylgja allir væl við í føroyskum fótbólti, so allir høvdu fingið úrslitið á Toftum við, staðfestir Arnbjørn Svensson. Nú er skjótt spenanndi dystur í Sarpugerði á skránni millum HB og Víking (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-30 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ikki ein heilt vanlig uppgáva hjá Víkingi í gjárkvøldið, tá EB/Streymur kom á vitjan. Fyri fyrstu ferð í ár spældi liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen ein dyst beint eftir, at HB hevði snávað. Beinleiðis kappingarneytin í FM-stríðnum tapti fríggjakvøldið fyri fyrstu ferð, síðani liðið vitjaði í Sarpugerði mitt í mars.

Hóast tað ikki skal fylla ov nógv, so viðgekk Arnbjørn Svensson eftir 4-0 sigurin, at úrslitið millum B68 og HB merkiskt nakað áðrenn dystin.

- Man vil ikki, at tað skal verða ein øðrvísi tankagond, men tað verður tað sjálvandi partvíst. Vit fylgja allir væl við í føroyskum fótbólti, so allir høvdu fingið úrslitið á Toftum við. Man man heldur seg til prinsippini, og tað haldi eg er ein av styrkinum hjá okkum: At man hugsavnar seg um egna uppgávu.

[object Object]

Víkingur fekk ikki hol á í 1. hálvleiki, har EB/Streymur stóð væl ímóti. Í 2. hálvleiki komu tó fýra mál í Sarpugerði – øll til heimaliðið

- Vit gera í stóran mun tað sama í báðum hálvleikunum men við meira góðsku í 2. hálvleiki. Vit koyra tey tingini, sum rigga og justera so eitt sindur, sigur Arnbjørn Svensson við Portalin.

Also; ikki nøkur kollvelting men tað bragdaði hjá Víkingi. Fýra ymiskir málskjúttar vóru, og miðverjin Arnbjørn Svensson var ein teirra. Gøtumaðurin sigur við Portalin, at tað er er ein styrki hjá liðnum, at nógvir kunnu gera mál.: Tað hjálpir, at fleiri eru heitir, og tá summir ikki raka dagin frammanfyri málinum, eru aðrir til reiðar.

Sí eisini: 
Víkingur fór frá HB
HB snávaði á Svangaskarði

Til seinast komu vit inn á oddabrakið móti HB, sum verður í Sarpugerði hóskvøldið klokkan 18.30. Landsliðsspælarin royndi at tosa týdningin av dystunum millum fremstu FM-biðlarnar nú beint fyri summarsteðgin nakað niður.

- Tað er sjálvandi ein oddadystur, og tað verður spennandi og stuttligt at spæla móti HB aftur. Men man noyðist eisini at taka tað sum ein vanligan dyst. Vit skulu gera tað, sum vit gera best – og kanska gera tey enn betur. Umráðandi dystur fyri stigatalvuna men vit eru enn bert í juni.

Víkingur legði seg við sigrinum í gjár sum púra einsamalt oddalið í Betrideildini. Trý stig eru niður til HB undan oddadystinum hósdagin 4. juli.

Betrideildin menn, 15. umfar
Í dag, leygardagin 29. juni

Víkingur - EB/Streymur 4-0 (0-0)
50' Poul Kallsberg 1-0
65' Olaf Bárðarson 2-0
83' Ingi Jonhardsson 3-0 
90 (+3)' Arnbjørn Svensson

Meira um dystin sæst her

B36 - Skála 3-0 (1-0)
15' Gutti Dahl-Olsen 1-0
45' Marius Kryger Lindh 2-0
68' Mattias Hellisdal 3-0

Meira um dystin her

Í gjár, fríggjadagin 28. juni
B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

Les eisini: 
Fyrsti ósigur hjá HB í yvir tríggjar mánaðar
HB snávaði á Svangaskarði 

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Les eisini: KÍ avstað við øllum í Runavík

Í dag, sunnudagin 30. juni
15.00: 07 Vestur - ÍF

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 18 stig *
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig *

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder