Fótbóltur

Víkingur fór frá HB

Endaði við tryggum sigri á EB/Streymi. B36 vann eisini greitt á heimavølli og nærkast 4. plássinum.

4-0 til Víkingi móti EB/Streymi og 3-0 til B36 móti Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

4-0 til Víkingi móti EB/Streymi og 3-0 til B36 móti Skála (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-29 21:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Favorittarnir vunnu á heimavølli. Hetta kann staðfestast eftir teir báðar dystirnar í Betrideildini í kvøld.

Víkingur skuldi vinna fyri at fara nakað frá HB áðrenn oddabrakið hóskvøldið, og teir úr Eysturkommunu tóku av - hóast teir millum annað spældu uttan sparda Sølva Vatnhamar.

EB/Streymur helt nullið til fýra minuttir inn í 2. hálvleik. Tá revsaði Víkinur náðisleyst eitt mistak. Strandingarnir í høgru síðu - Ari Olsen og Poul Kallsberg - revsaðu væl. Síðani koyrdi liðið hjá Jóhan Peturi Poulsen tað trygt heim: Sætta sigurin á rað og í hesum hevur Víkingur bert latið eitt mál inn. Trý stig eru niður til HB.

[object Object]
Mynd: portal.fo

B36 hevur nú tvey stig upp til NSÍ og fjórða plássið. Liðið hjá Magna Hoseth spældi væl og vann 3-0 við trimum ymiskum málskjúttum.

[object Object]

Betrideildin menn, 15. umfar
Í dag, leygardagin 29. juni

Víkingur - EB/Streymur 4-0 (0-0)
Meira um dystin sæst her

B36 - Skála 3-0 (1-0)
Meira um dystin her

Í gjár, fríggjadagin 28. juni
B68 - HB 1-0 (1-0)
27' Bartal Páll Klein 1-0

Les eisini: 
Fyrsti ósigur hjá HB í yvir tríggjar mánaðar
HB snávaði á Svangaskarði 

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Les eisini: KÍ avstað við øllum í Runavík

Í morgin, sunnudagin 30. juni
15.00: 07 Vestur - ÍF

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 42 stig
2. HB 39 stig
3. KÍ 33 stig 
4. NSÍ 25 stig 
5. B36 22 stig
6. 07 Vestur 18 stig *
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig *

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder