Fótbóltur

Hannes Agnarsson verður verandi í hvítum

Leiguavtalan við danska HIK varð í dag broytt til varandi sáttmála, og Hannes Agnarson spælir tískil framyvir við B36.

Hannes Agnarsson er aftur í barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

Hannes Agnarsson er aftur í barndómsfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)

2022-07-12 20:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hannes Agnarsson varð fyri nøkrum vikum síðani leigaður til Føroya úr felagnum HIK í Hellerup, sum hann hevur verið knýttur at.

Nú er leiguavtalan longd til varandi sáttmála, sum er galdandi næsta hálva annað árið.

- Í morgun eydnaðist tað okkum og HIK at koma ásamt um at broyta leiguavtaluna til varandi spælaraflyting, nú Hannes hevði ynski um at flyta heimaftur, skrivar B6 á heimasíðuni.

- Her heima er tað sjálvandi hjá okkum, at hann ynskir at spæla, og tí gekk bæði skjótt og væl at fáa allar lutir upp á pláss í eini avtalu, sum er galdandi til árslok 2023, skrivar felagið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder