HNK Riejka hevur havt leikliga yvirvág, men tað burdi verið 1-0 til B36 í steðginum.
Í 33. minutti fór Michal Przybylski til stroks í vinstru í mótálopi. Miðvallarin legði innfyri við vinstru, rakti líka ein verjuspælara á vegnum, og har var skjóti Hannes Agnarsson júst á rætta staðnum og setti bóltin væl inn til 1-0.
Hannes Agnarsson er aftur í álopnum í dag og hevur verið ein hóttan
Her fagnaður (Myndir: Sverri Egholm)
Michal Przybylski legði upp - brotsspark varð eisini dømt móti honum (Mynd: Sverri Egholm)
Málið gav B36 nýggja orku. Taufee Skandari hevði tíðliga havt tvær rímiliga naskar royndir - eitt innlegg ið endaði á yvirleggjaranum og eitt fínt skot av brotsteigarmarkinum - men útiliðið var meira á bóltinum og meira vandamikið sum hálvleikurin leið. Fyrst bjargaði Magnus Egilsson næstan á málljinuni, tá málið var tómt, og løtu seinni gav Mattias Lamhuage ein returbólt, ið næstan kostaði.
Tað var tó B36, ið sum nevnt legði seg á odda við flottum kontraálopi, og skakaði harvið sterku kroatarnar
Andrass Johansen og hinir vístu gott áræði, og miðverjarnir - Sonni Ragnar, Isak og Magnus ruddaðu tað sum kom væl burtur. Tá eitt nýtt innlegg var á veg inn fimm minuttir fyri steðgin, rakti tað útstrekta armin hjá Michal Przybylski, sum royndi at kasta seg fyri. Finski dómarin sá tað, men dømdi av onkrari orsøk brotsspark. Michal var týðiliga staddur uttanfyri brotsteigin í støðuni, men einki VAR og einki at gera.
Her hevur bólturin rakt armin hjá Michal...
iHann er týðiliga uttanfyri brotsteigin (Skíggjamynd: Televarpið)
Niko Jankovic var tryggur úr ellivu metrum, og harvið er 1-1 í steðginum. B36 hevur gjørt ógvuliga nógv rætt fyri steðgin og sum heild vart væl og fingið hótt inni ímillum. Lagt er upp til spennandi seinna hálvleik.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald