Hondbóltur

Hannover-Burgdorf snávaði ógvusliga

Vilhelm Poulsen var aftur á vøllinum men vegna greitt heimatap eydnaðist ikki at leggja seg á odda aftur í Bundesliguni. Jóhan á Plógv Hansen skoraði fimm mál fyri Flensburg-Handweitt í javnleiki.

Vilhelm Poulsen hevði ikki spælt í nærum tveir mánaðir undan dystinum í gjár. Talan varð tó um ein keðiligan dag fyri Hannover-Burgdorf (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Vilhelm Poulsen hevði ikki spælt í nærum tveir mánaðir undan dystinum í gjár. Talan varð tó um ein keðiligan dag fyri Hannover-Burgdorf (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-07 08:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Týska Bundesdeildin í manshondbólti er ógvuliga tøtt í ár, og nú endaspurturin nærkast, fær hvørt umfar størri týdning. Løgin ting kunnu henda her, og í gjár misti oddaliðið eina leiðslu í síðsta sekundi - móti einum liði sum liggur til niðurflyting.

Í hesum førinum velja vit at sitera okkum sjálvi. Ikki vanligur siður men orðini frá í gjáramorgunin hóska aftur væl í morgun. Tí dagin eftir at Hákun West av Teigum og Füchse Berlin snávaðu í oddastríðnum, gjørdi ein av argastu kappingarneytunum tað eisini - í enn størri mun.

Sí eisini: Füchse Berlin snávaði móti botnliðið i evstu løtu

Hannover-Burgdorf var á heimavølli móti Frisch Auf Göppingen, sum er nummar 14 av teimum 18 liðunum. Tað endaði ikki bara við tapi: Hannover-Burgdorf tapti 36-30 á heimavølli, og sum seinni hálvleikur leið var eingin spenningur.

Harvið misti liðið hjá Vilhelmi Poulsen møguleikan at leggja seg á odda eftir 25. umfar og eitt týðandi fet í tætta oddastríðnum.

Tað jaliga við føroyskum eygum var tó, at høgri bakkurin úr Hoyvík var aftur á vøllinum. Hetta eftir skaða í lærkrikanum í nærum tveir mánaðir. Vilhelm spældi ein fittan part av dystinum, og hann skoraði uppá sítt skot

Hæddarpunktini frá dystinum hjá Hannover-Burgdorf og Vilhelmi Poulsen í gjár

Flensburg kundi nærkast, men tað vil ikki heilt eydnast hjá norðurtýska felagnum í Bundesliguni í ár. 

Tað endaði við 39-39 javnleiki á heimavølli móti Eisenach, sum er á 11. plássi. Flensburg-Handewitt var á odda 21-18 í steðginum og sá út til at hava tamarhald nakað út á 2. hálvleik, men tað gekk ikki kortini.

Útiliðið skoraði tvey tey seinastu málini í dystinum - tað til 39-39 var í seinasta sekundi av strikuni uppá ein returbólt.


Sí hæddarpunkt omanfyri ella HER 

Jóhan á Plógv Hansen spældi 1. hálvleik. Hann hevði fimm skot og skoraði fimm mál. Harvið kundi høgri vongurin úr Havn ikki verið meira effektivur. Jóhan skiftir felag í summar, men tað er enn heldur óvist, hvar hondbóltsframtíðin liggur.

Oddastríðið í Bundesliguni í løtuni: 
1.Füchse Berlin 40 stig (Hákun West av Teigum) 
2. MT Melsungen 40 stig

---------------------------------------------------------------
3TSV Hannover-Burgdorf 39 stig (Vilhelm Poulsen) 
4. THW Kiel 36 stig (Elias Ellefsen á Skipagøtu) 
5. Flensburg-Handewitt 34 stig  (Jóhan á Plógv Hansen) 

Bert tvey tey fremstu plássini geva atgongd til Champions League næsta ár. Hetta var 25. umfar av 34.

Dystarskráin í Bundesliguni sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder