Mikudagin bórust tíðindini um, at Hanus Sørensen fer at skifta úr HB - til slovenskan fótbólt.
Tað er framvegis ikki endaliga váttað, at landsliðsspælarin skal til Slovenia og NK Celje. Tá Portalurin tosaði við hoyvíkingin undan landsliðsvenjingini í gjár, vildi - ella kundi - hann ikki siga nakaða beinleiðis til hetta.
Hanus endurtók tað, sum hann segði við Portalin í síðstu viku, har hann so at siga bara fyrihelt seg til sáttmálan við HB. Tó fekk hann lagt afturat, at:
- Havi sáttmála við HB til 31. oktober og geri bara tað fyri HB - og beint nú er tað besta, at eg venji við 1. deild.
- Eg vóni bara at teir enda árið væl og vinna steypafinaluna - uttan meg.
Sí alla samrøðuna ovast
Sí eisini Hanus tosa um sín leiklut á landsliðnum, umframt júst farnu dystirnar og uppgávurnar í vikuni:
Hanus Sørensen: - Eg kann koma við nógvari orku og lekkrum detaljum
- Einki persónligt mótvegis Hanusi.
Símun Samuelsen, nevndarlimir í HB, greiddi um vikuskifti Portalinum frá, hvussu HB sær støðuna:
- Hanus skiftir felag og kann ikki spæla finaluna. Tí velur man at hugsavna seg um teir, sum kunnu spæla finaluna. Hanus venur enn í felagnum, bara ikki við Betri hópinum. Tað er einki persónligt mótvegis Hanusi og verður hann sæddur sum ein av okkara egnu, sum í ár hevur fingið sítt heilt stóra gjøgnumbrot.
Sí eisini: Tað er einki persónligt mótegis Hanusi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald