Kappingarárið 2025/2026 varð Hanus Sørensen leigaður út til Triglav Kranj í næstbestu slovensku deildini.
Hetta tíðarskeiðið hevur havnarmaðurin verið flúgvandi á føroyska landsliðnum við millum annað fýra málum - samanlagt trimum í minniligu sigrinum á Montenegro og Kekkia í oktober í fjør og tí einasta í Baltic Cup-sigrinum á Lettlandi fyrst í juni.
![]()
Hanus Sørensen legði Føroyar á odda móti Kekkia, ið júst hevur verið til HM, við flottum máli (Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF)
![]()
Eftir sigursmálið í Lettlandi, sum hann markaði á serligan hátt: Við at vísa eina undirtroyggu við einari vakrari heilsan til stórusystir sína, sum í løtuni stríðist við krabbamein. (Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF)
Hanus Sørensen hevur verið partur av uppstartinum hjá NK Celje, sum í gjár spældi venjingardyst móti Hajduk Split. Men tað hevur ligið í luftini, at 25-ára gamli føroyingurin fer at spæla aðrastaðni í 2026/2027, og Portalurin og FM1 hevur nú fingið upplýst frá góðum keldum, at soleiðis verður.
Sum skilst manglar bert tað síðsta, áðrenn Hanus Sørensen skiftir til eitt annað felag í bestu slovensku deildini.
Talan er um NK Aluminij, sum í 2025 flutti upp, endaði nummar 7 í síðsta kappingarárið og vann steypakappingina í Slovenia á fyrsta sinni.
Harvið skal Aluminij spæla í 1. umfari í Europa League, har Sheriff Tiraspol er á skránni 9. og 16. juli.
Um tað er ov seint, at fáa Hanus Sørensen skrásettan er ikki 100 prosent vist. Men sambært okkara upplýsingum er 25-ára gamli føroyski landsliðsprofilurin á veg til býin Kidricevo, har hann verður kunngjørdur ein av næstu døgunum.
Talan er um leigu restina av 2026 - og so fær skjóti føroyingurin av álvara roynt seg á hægsta stigi í Europa League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald