2019-02-07 18:02
Eitt lík er bjargað úr flogfarinum, sum datt niður millum Frakland og Wales tann 21. januar. Umborð á flogfarinum vóru argentisnki fótbóltsleikarin Emiliano Sala, sum Cardiff júst hevði keypt úr Nantes, og flogskiparin David Ibbotson.
Líkið varð bjargað við fjarstýrdum kavbáti í gjárkvøldið, siga myndugleikarnir, sum er við í bjargingini. Enn er ikki vist um talan er um Emiliano Sala ella flogskiparan.
Líkið varð bjargað á 63 metra dýpi áleið 33 kilometrar frá Guernsey.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald