Oslo, Noreg (Portalurin): Føroyar eru í trupulleikum í venjingarlandsdystinum í norska høvuðsstaðnum.
Ein frálík bjarging frá Bárði á Reynatrøð var ikki nóg mikið til at steðga Noreg at skora í fyrsta veruliga álopinum í Oslo. Hornasparkið varð tikið stutt, eyðsýndi Oscar Bobb úr Manchester City og liðfelagiðin snýtti Viljorm Davidsen við baklinjuna, og í málteignum fekk áleyparin Jørgen Strand Larsen.
Hetta er triðju ferð í trimum teimum seinastu dystum, at mótsstøðuliðið skorar innanfyri fimm minuttir í einum hálvleiki. Sum heild hava føroyingar eisini haltað nógv aftaná og ikki loyst fleiri verjustøður nóg væl.
Føroyar hava bara staðið og vart í stórum pørtum av dystinum (Mynd: Sverri Egholm)
Andrass Johansen (Mynd: Sverri Egholm)
Føroyingar hava verið rárir gestir á norsku hálvuni (Mynd: Sverri Egholm)
Við bóltinum hevur tað sum heild gingið illa í hond, tó at tað er eydnast at flyta bóltin runt nakrar ferðir. Tað er ikki eyndast at fáa nakað skot á mál, men ein góð støða var, har Gunnar Vatnhamar var nær við at fáa frían stútara eftir frálíkt frísparksinnlegg frá Brandi Hendriksson.
Hetta var eftir, at Bobb hevði økt. Kviki vongurin fekk fatur á bóltinum beint uttanfyri føroyska brotssteigin, eftir at Jóan Símun Edmundsson ikki hevði fingið lagt av til eina í hvítari troyggju. Eingin kom ordiliga væl til hann, og skotið av brotsteigarmarkinum var sera gott: Tað fór inn umvegis stólpan.
Harvið er tað 2-0, og tað hevur í summum førum ikki verið langt frá, at vælleikandi norska liðið hevur økt um leiðsluna. Nú kemur Erling Håland á vøllin, og Føroyar skulu standa meira ímóti.
Venjingardystur
Ullevaal, hósdagin 16. november
Noreg - Føroyar (2-0)
3' Jørgen Strand Larsen 1-0
24' Oscar Bobb 2-0
Føroyar (5-4-1/3-4-3): Bárður á Reynatrøð - Jóannes Kalsø Danielsen, Andrias Edmundsson, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Andrass Johansen, Gunnar Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Sølvi Vatnhamar - Jóan Símun Edmundsson
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald