Annað

Hava kappast í Hyrox í Noregi

Heili 10.000 luttakarar vóru við í stórari Hyrox-kapping í Lillestrøm um vikuskiftið.

2026-09-28 21:05 Author image
Innsent
placeholder

Hetta føroyska ferðalagið er just afturkomið úr Oslo, har tey vikuskiftinum hava luttikið í stórari Hyrox kapping í Nova Spektum í Lillestrøm. beint uttanfyri Oslo.

Heili 10.000 luttakar vóru til hetta tiltakið.

Nógv í ferðalagnum luttóku á fyrsta sinnið, meðan onnur hava roynt eina slika kapping aður.

Fyri summi var málið at gjøgnumføra kappingina, fyri onnur at fáa eina so góða tið sum gjørligt. Nógv sera góð úrslit vóru at síggja.

Enn er Hyros rættiliga nýtt Føroyum, men kring heimin eru stórar kappingar hvønn mánað. Til ber at venja Hyrox í Íðka og  Tvørmegi.

Hyrox er ein altjóða fitness-kapping, har ein skiftir millum renning og styrkivenjingar. Kappingin er 8 ferðir ein kilometur renning, við einari styrkivenjing eftir hvønn kilometur -  ‘ski erg’, ‘sled push og pull’, ‘burpees’, rógving, ‘walking lunges’, ‘farmers carry’ og ‘wall balls’.

Tað krevur bæði úthaldni, styrki og kondition. Øll kunnu venja Hyrox og luttaka í kappingum, líkamikið aldur, stødd og støði. Til ber at kappast í single, double og mix double.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder