2019-01-30 17:31
Hildið verður, at man nú hevur funnið fyrstu sporini eftir flogfarinum, sum Emiliano Sala var umborð, tá tað hvarv av radaranum 22. januar.
Flogfarið var á veg úr Fraklandi til Wales, tá sambandið við flogfarið fór. Nýggi fótbóltsleikarin hjá Cardiff City, Emiliano Sala, var umborð á flogfarinum, sum aldrin kom fram.
Nú eru nakrar pútur funnar á eini strond í Fraklandi, og hildið verður, at púturnar stava frá setrunum í flogfarinum.
Leitað varð í tríggjar dagar eftir Emiliano Sala og flogskipararnum David Ibbotson áðrenn leitingin varð steðgað. 27. Januar varð aftur farið at leita, eftir at fólk høvdu savna inn pening til at fíggja leitanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald