Fyriskiparar av HM-endaspælinum, sum verður í Katar í november og desember, hava selt 1,2 milliónir atgongumerki higartil.
Tað boðaðu teir frá í gjár, og er tað fyrstu ferð, at talið á seldum atgongumerkjum til HM-endaspælið er almannakunngjørt.
Tilsamans verða uml. tvær milliónir atgongumerki seld, men fyriskiparar hava áður boðað frá, at søkt er um 23,5 atgongumerki, og tað talið kann gerast hægri, tá endaspælið nærkast, skrivar Ritzau.
Dagin áðrenn HM-endaspælið í 2018 byrjaði í Russlandi, vórðu tilsamans 2,4 milliónir atgonumerki seld.
HM-endaspælið í Katar verður í døgunum 21. november til 18. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald