Fótbóltur

Hava vunnið báðar útidystirnar higartil

Føroyska U21-landsliðið hevur nú eina á pappírinum størri uppgávu, enn dystirnir móti Hvítarusslandi og Andorra vóru.

Føroyska U21-landsliðið hevur skorað tvey mál í miðal í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska U21-landsliðið hevur skorað tvey mál í miðal í hesari undankappingini (Mynd: Sverri Egholm)

2023-11-15 14:43 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eydnaðist ikki Føroyum at vinna á Andorra, tá liðini spældu við Djúpumýru í 1. umfari í undankappingini til EM 2025 fyri U21-landslið. Tað eydnaðist tó Eyðuni Klakstein og hansara monnum at fáa trý stig í Andorra, síðst liðið spældi.

Samanlagt hava Føroyar sjey stig fyri fýra dystir, ið má metast at vera góð úrttøka. Í roynd og veru er kósin sett móti bestu undankappingini, sum eitt føroyskt U21-landslið hevur havt - byrjað varð fyri 16 árum síðani.

Stigametið er 11 stig. Hetta varð sett í 2009 og 2010. Til at náa hesum krevst tó, at Føroyar fáa stig móti nakað størri tjóðum enn Andorra og Hvítarusslandi eisini. Ikki tí; útisigrarnir móti hesum liðunum vóru flottir. Serliga dysturin móti Hvítarusslandi har Føroyar vóru á odda 3-0 eina løtu. Jørgen Nielsen skoraði øll málini.

Júst Hvítarussland hevur spælt í Grikkalandi í ár, og og har endaði tað við javnleiki. Spurningurin er so, um ungu føroysku menninir megna at fáa stig har eisini. Nógvir spennandi spælarar eru við, hópurin er næstan tann sama, men er á pappírinum styrktur: Martin Agnarsson úr Viborg er tøkur aftur eftir skaðasteðg. 

[object Object]

[object Object]Eyðun Klakstein og hansara menn fyrireika seg í Grikkalandi (Myndir: FSF)

[object Object]
Áki Johannesen var dagsins spælari í steypafinaluni, og nesmaðurin hevur víst seg væl fram á U21 eisini (Mynd: FSF)

[object Object]
Martin Agnarsson er aftur á U21-landsliðnum (Mynd: FSF)

Føroyska ferðalagið kom uppá pláss í Tripoli mánakvøldið. Síðani hevur fyrireiking og hvíld verið á skránni. Grikkaland er stórfavorittur á pappírinum - veddingarfyritøkur hava føroyskan sigur til at geva peningin tólv ferðir aftur og javnleik til odds 6 (+) - men liðini eru í løtuni jøvn á stigatalvuni. Føroyska U21-landsliðið hevur eisini gjøgnum árini fleiri stór úrslit at vísa á.

Dysturin í morgin byrjar klokkan 14 føroyska tíð, og Televarpið vísir hann.

Tøl: FaroeSoccer

5. umfar - í morgin:

16-11-2023 kl. 14:00
Tripoli Arkadia
Grikkaland
-

Støðan í bólkinum (Skíggjamynd - FaroeSoccer)
[object Object]

Hópurin:
Ari Petersen, 07 Vestur
Rasmus Nilsson, BK Frem (Danmark)

Áki Johannesen, B68 Toftir
Børge Petersen, KÍ Klaksvík
Elias Rusborg, Hvidovre IF (Danmark)
Bergur Poulsen, EB/Streymur
Ási Dam, 07 Vestur
Jákup Vilhelmsen, KÍ

Noah Hans Mneney, Bryne BK (Noreg)
Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)
Aron Jarnskor Ellingsgaard, Víkingur
Heini Fossdalsá Sørensen, Thisted FC (Danmark)
Jens Erik Bruhn, TB Tvøroyri
Jónas Warner, B71 Sandur

Áki Samuelsen, HB Tórshavn
Olaf Bárðarson, Víkingur
Jørgen Nielsen, B68 Toftir
Gutti Dahl-Olsen, EB/Streymur
Poul Kallsberg, Víkingur




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder