A-landsliðið við monnum hevði sum heild eina góða Nations League í 2022, har man helt seg í C-deildini við fýra stigum móti Litava, javnleiki í Luksemborg og sum ein prikk yvir i'ið: 2-1 sigur á heimavølli móti Turkalandi 25. september.
Hetta er greitt besta úrslitið í tíðini hjá Håkani Ericson og toymi og eitt av teimum heilt flottu í føroyskari landsliðssøgu. Síðani hevur tó gingið striltið at fingið sigrar.
Teir 16 dystirnir síðani sigurin á Turkalandi
Seinastu 16 dystirnir - síðani sigurin á Turkalandi (Skíggjamynd: FaroeSoccer)
Átta venjingardystir - Baltic Cup er venjingarkapping - og átta EM-undankappingardystir. Har er úrttøkan ein sigur, tríggir javnleikir og tólv tap.
Sigurin kom móti Liktinstein í mars (4-0). Eitt land sum so at siga ikki vinnur fótbóltsdystir. Føroyar hava altíð vunnið á Liktinstein, ið sum liggur sum nummar 202 á FIFA-styrkislistanum. Bert átta lond liggja lægri.
Føroyar hava annars møtt liðum, sum eru styrkismett yvir okkum; fyriuttan Moldova. Serliga heimadysturin móti Moldova í fjør var eitt vónbrot (0-1). Eini javnleikurin og eitt av málunum í fjør kom í Moldova. Besta úrslitið og avrikið hjá Føroyum síðani sigurin á Turklandi var 0-0 dysturin í Albania í november. Albania vann okkara bólk og skal til EM nú.
Jóan Sìmun Edmundsson í Tirana í fjør. Føroyar avrikaðu flott hendan dagin og kundu vunnið - hetta var ein av góðu landsdystunum hjá Jóan Símuni seinastu tíðina, har hann hevur leitað nakað. (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Vanta mál og málmøguleikar
Hóast ein ikki kann vænta, at Føroyar skulu hava eitt tvísiffrað tal av stigum í einari undankapping ella bjóða teimum nakað størru av hvønn dyst, so kann spurnartekin setast við úttrykkið í fleiri dystum seinastu tíðina. Umframt seinasta tíman móti Moldova á Tórsvølli, var Kekkia heima (0-3) ljótt, har Føroyar als ikki vóru við. Mótsstøðan var sjálvandi sterk. Tað var hon eisini í Kekkia og Póllandi (0-1 og 0-2) har Føroyar vóru væl við á máltalvuni allan vegin men so at siga als ikki hótti mótsstøðumálið.
Júst álopskendi parturin hevur verið ein trupulleiki. Føroyar spæla ov nógvar dystir uttan at skora (11 av teimum 16 síðani dystin móti Turkaland) og skapa ov fáar møguleikar - tað vístu millum annað hagtølini í EM-undankappingini í fjør og løtur í venjingardystum higartil í ár. Einastu ferð vit hava skorað fleiri enn tvey mál í einum dysti síðani 2-1 sigurin á Turkalandi var móti Luksemborg. Annars er tað eitt mál í Moldova, eitt á heimavølli móti Albania, eitt í Estlandi leygardagin og eitt í venjingardysti í Kosovo í 2022.
Tá er ikki so nógv at fegnast um. Teir, sum hava spælt mest á fremsta plássinum sum miðáleypari, eru Klæmint Andrasson Olsen og Jóan Símun Edmundsson. Klæmint var framúr fyrstu tíðina undir Håkani Ericson og skoraði sítt níggjunda mál uppá 15 mánaðir í Ísrael í november 2021. Harvið javnaði Klæmint metið hjá Rógva Jacobsen fyri mál á landsliðnum (10) - royndi rituvíkingurin hevur ikki skorað á landsliðnum síðani í Ísrael. Jóan Símun hevur ikki skorað síðani flotta 2-0 móti Turkalandi á Tórsvølli. Toftamaðurin hevur havt nógvar skaðar og hevur verið leitandi í sínum spæli.
Meinhard í Moldova í 2023. Hansara dygdir á vonginum hevur saknur verið í. Hann burdi skorað í Estlandi og verður helst í betri útgávu í heyst. (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Skaðar hava rakt álopskenda partin eisini. Meinhard Egilsson Olsen spældi bert fyrsta dystin í undankappingini í 2023. Hann var serliga góður í Nations League í 2022 men eisini í fleiri av undanfarnu landsdystum undir Håkani Ericson. Jóannes Bjartalíð varð ársins landsliðsspælari í 2022 men hevur mist fleiri landsdystir vegna skaða síðani - millum annað allar í ár. Hann var júst komin aftur frá skaða til eitt landsliðsvindeygað í fjør og rakti als ikki sítt toppstig á landsliðnum í 2023. Tann kreativi parturin vantar inn ímillum - eisini tá nú 37-ára gamli Sølvi Vatnhamar ikki hevur rakt somu hæddum sum fyrr í landsliðsstíðini. Leirvíkingurin eigur upplegg til fleiri mál; seinast var móti Turkalandi.
"Jokarar" hava ikki verið har ella hava ikki sligið til. At tað til tíðir kemur ov lítið frá bakkunum sæst eisini. Í álopskendu deyðbóltunum hava vit farnu árini sæð nøkur mál, tó at tað hevur verið heldur soltið við vandamiklum støðum síðani Nations League; serliga uppá horna sum Føroyar ikki skora uppá longur. Trý av teimum níggju málunum síðani Turkaland eru komin eftir deyðbóltar: Eitt frísparksinnlegg móti Liktinstein, eitt frísparksinnlegg móti Albania, og málið móti Estlandi leygardagin var eftir innkast og siðani innlegg.
Ikki eitt eindømi
Summir viðmerkjarar hava samanborið tíðarskeiðið síðani Nations League 2022 við síðstu tíðina hjá Lars Olsen. Hagtalsliga samsvarar tað rímiliga væl.
Um hugt verður eftir teimum seinastu 16 dystunum hjá Lars Olsen, sum vóru Nations League 2018 og EM-undankapping í 2019, so vunnu Føroyar tveir dystir - báðar móti Malta. Tveir endaðu við javnleiki, so eins og seinastu 16 dystirnir hjá Føroyum: Stig í fýra av 16 dystum.
Í mun til nú, lótu Føroyar væl fleiri mál inn í seinasta tíðarskeiðnum hjá Lars Olsen og Jóannesi Jakobsen: 16 í fjør sammett við 30 í undankappingini í 2019 (í báðum førum 10 dystir) EM-undankappingarbólkurin tá var tó ógvuliga trupul - við Spania, Svøríki, Noreg og Rumenia afturat Malta - man satsaði meira í spælinum og skoraði eisini fleiri mál og í fleiri dystum: Millum annað móti Spania.
(Savnsmynd: Jens Kristian Vang)
Hetta var eisini ein niðurgongutíð, eftir at Føroyar í undanfarnu undankapping høvdu sett met - við millum annað sigri í Lettlandi - og áðrenn tað áttu tveir sigrar á Grikkalandi, umframt at man fleiri ferðir spældi væl við móti Ungarn og eisini Rumenia.
Fyrstu 13 dystirnir hjá Lars Olsen vóru eisini uttan nakran sigur - saman við trimum teimum seinastu hjá Brian Kerr vóru tað 16 á rað. Har vóru eisini møguleikar móti millum annað Malta og Kasakstan. Tá vóru atfinningarnar eisini har, sjálvt um Føroyar í nøkrum dystum hótti stórar fótbóltstjóðir.
Ein góður partur av 00'unum var eisini heldur tungur hjá landsliðnum, sum áðrenn sigrarnar á Íslandi og Litava í 2009 bert vann á Luksemborg í undankappingardystum (2001 - tá Luksemborg var væl veikari enn nú) umframt venjingardystir á Liktinstein (tríggjar ferðir), Kasakstan (tvær ferðir) og Malta í 2004. Millum hendan sigurin í augst 2004 og tann í Íslandi í august 2009 vunnu Føroyar ongan skrásettan dyst.
Samanhangurin, Lettland og Nations League
Í løtuni kennist burðurin heldur tungur hjá Føroyum, og tað sær út til, at landsliðsvenjaratoymið er heldur leitandi. Nógvir spælarar eru úti við skaða, fleiri góvu ymisk sløg av avboðum nú, og hetta gevur høvuðbrýggj. Aðrir hava torført við at finna fótafesti, og føroyska spælið er sjálvdan samanhangandi yvir fleiri dystir. Samanhangin í fleiri úttøkum kann spurnartekin setast við, men júst í 2024 hava møguleikarnir ikki verið teir somu. Spurningurin er eisini, um nóg nógvir føroyskir spælarar spæla og venja fast á nóg høgum stigi.
Áhugin tykiskt at vera minkandi, og tað stóra úrslitið vantar aftur: Eins og tað gjørdi áðrenn Turkaland, og áðrenn Grikkaland og Ísland á sinni. Føroyskir áskoðarar og fótbóltsáhugaði vilja síggja fleiri jalig tekin, og møguleikarnir eru har í Nations League í heyst. Håkan Ericson, Eli Hentze og hinir í toyminum hava saman við liðnum staðið fyri nøkrum sterkum avrikum. Tey liggja tó nakað afturi í tíð - serliga í fótbóltshøpi.
Í 2021 spældu Føroyar fleiri tættar dystir móti størri fótbóltstjóðum (Danmark, Skotland, Eysturríki og Ísrael) Stigini komu móti Moldova - fýra - og í Nations League í 2020 (Føroyar vunnu deild D við 12 stigum) og 2022 (Fingu 8 stig og ikki langt frá play-off plássi í Deild C).
Tað er tungt at tapa 4-1 fyri Estlandi. Tað er heldur ikki so lætt at síggja Lettland basa Føroyum. Tað høvdu lettar ikki megnað fyrrenn dystin í Liepaja í kvøld, sum var tann sætti millum tjóðirnar á A-landsliðsstigi hjá monnum. Gamaní høvdu gestirnir spælarar úr bestu pólsku og bestu sveisisku deildini, og tað vóru bert fýra spælarar inni á føroyska liðnum, sum helst høvdu byrjað undir vanligum umstøðum, tá allir vóru tøkir: Viljormur Davidsen, René Shaki Joensen, Jóan Símun Edmundsson og Meinhard Egilsson Olsen (Klæmint Andrasson Olsen møguliga eisini)
Sí eisini: Fyrsta tapið fyri Lettlandi nakrantíð
Undan dystinum í kvøld hevði Lettland tó bert vunnið ein av sínum seinastu 17 dystum. Hetta var heimadystur móti Armenia í fjør. Annars hevur liðið tapt á heimavølli móti Moldova og spælt javnt móti Liktinstein, Andorra og Kýpros. Tað er ikki eitt fótbótlsstórveldi, og eitt sum vit skulu hava stig ímóti í heyst - helst nøkur.
Føroyar eru í bólki við júst Lettlandi, Norðurmakedónia og Armenia í Nations League. Hóast tað ikki eru mótsstøðulið, sum man bara kann syfta soleiðis, eiga møguleikarnar at vera har fyri at veruliga spæla við og fáa fleiri stig. Higartil hevur tað sum heild gingist væl í Nations League undir Håkani Ericson. Sviin hevur hetta árið og tað næsta eftir av nýggja sáttmálanum - ymiskt er at prógva hjá honum og spælarunum í heyst.
Hagtøl: FaroeSoccer
Rættað: 12/6, kl. 12.40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald