- Omma mín kundi vant KÍ, og teir vilja meira enn føroyameistaraheitið.
Hetta var millum tað, ið Ronnie Thomassen vísti á, tá tosað varð um greipuvinnararnar fyrst í Fótbóltsskýlinum í gjár.
Ronnie og Eli Hentze viðgjørdu millum annað valið hjá Magnus Powell at í stóran mun nýta somu royndu, og til tíðir hálvskaddir spælarar, hvussu høgt man miðjar í Klaksvík, og hvør leisturin er.
Eli Hentze vísti á, at KÍ og serliga NSÍ nýta ógvuliga fáar ungar spælarar, og at hetta er ein tendensur, sum man kann stúra um. Lkasum tað er at vera heldur stúrin um, at man í Føroyum seinastu árini hevur ov nógvar dystir, har man so at siga kennir vinnaran áðrenn.
- Hinvegin so kann KÍ so at siga skíta á hetta, helt fyrrverandi hjálparvenjarin á landsliðnum fyri.
Hesum var Ronnie Thomassen samdur í. - Teir vilja meira enn at vinna steyp í Føroyum. Man hevur sett sær fyri at náa deildarspæli í Evropa fleiri ferðir - ítróttarliga og fíggjarliga.
![]()
Trygvi Absalonsen, vertur, mitt í, og hvør sínu megin eru Ronnie Thomassen og Eli Hentze (Mynd: fm1.fo)
Eftir at teir høvdu vent Atla Gregersen, Toda Jónsson og landsliðnum, gjøgnumgingu menninir í rásarúminum Ársins leikara-tiltakið, sum vit hava klokkan 15.
Sí eisini: Ársins spælari kosin á FM1 seinnapartin
Semja var um, at Árni Frederiksberg helst verður kosin Ársins spælari fyri aðru ferð, men ymisku møguleikarnir í ymisku bólkunum vórðu gjøgnumgingnir.
Fótbóltsskýlið verður endursent klokkan 14 - beint áðrenn Ársins spælara-tiltakið, sum FM1 sendir, og man kann fylgja við í á Portalinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald