Fótbóltur

Havnarfeløgini vunnu á útivølli

B36 vann tepurt í tøttum sigri í Trongisvági - HB setti ÍF uppá pláss í Fuglafirði.

Hørður Askham skoraði tvær ferðir fyri HB í 5-1 sigurinum á ÍF. B36 vann 1-0 við Stóra (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham skoraði tvær ferðir fyri HB í 5-1 sigurinum á ÍF. B36 vann 1-0 við Stóra (Mynd: Sverri Egholm)

2019-06-16 16:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir seinastu dystirnir í 13. umfari í Betrideildini eru nú av. Talan gjørdist um tveir favorittsigrar, men tað var spennandi allan dystin í Trongisvági, meðan HB avgjørdi dystin í Fuglafirði í 1. hálvleiki.

Tað leikaði javnt á í 1. hálvleik við Stóra. B36 hevði bóltin meira, men TB hevði vandamiklar royndir. Beint eftir steðgin legði Lukasz Cieslewicz var fyrstur á einum returi og skoraði trygt. Hareftir royndu teir á heimaliðnum at trýsta, og teir vóru eisini nær við; m.a raktur teir á heimaliðnum.B36 hótti hinvegin. Í yvirtíðini fekk Stefan Radosavljevic reytt kort, og tað endaði, eins og tá liðini hittust í Gundadal í seinasta mánaði, 1-0.

Í Fløtugerði var 0-2 longu eftir fimm minuttir, og HB vann sannførandi 5-1. ÍF megnaði ikki at spæla upp ímóti føroyameistaranum, og eru framviðs heit niðri í botninum. Eitt plástur á sárið var málið hjá leigusveininum úr Víkinig, Hans Jákup Lervig. Hetta var hansara fyrstu dystur í reyðu troyggjuni. Hjá HB gjørdist Hørður Askham tvífaldur málskjútti - bæði málini hjá Hørði komu eftir deyðbóltar.

Harvið vunnu øll topp-fimm liðini og favorittarnir hetta umfari. 

13. umfar:

ÍF - HB 1-5 (0-3)
3' Hørður H. Askham 0-1
5' Ari Mohr Olsen 0-2
41' Adrian Rúnasson Justinussen 0-3
64' Daniel Johansen 0-4
73' Hørður H. Askham 0-5
74' Hans Jákup Lervig 1-5

TB - B36 0-1 (0-0)
47' Lukas Cieslewicz 

Í gjár:
EB/Streymur - Víkingur 1-4 (0-1)
15' Sølvi Vatnhamar (br.) 0-1
65' Dion Splidt 0-2
69' Filip Djordjevic 0-3
87' Ragnar B. Danielsen (br.) 1-3
90 (+3)' Filip Djordjevic 1-4

NSÍ - AB 2-0 (0-0)
57' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
75' Klæmint Andrasson Olsen 2-0

Fríggjadagin:
Skála - KÍ 0-2 (0-2)
9' Patrik Johannesen 0-1
38' Jóannes Bjartalíð 0-2

Støðan í Betrideildini: 
1. KÍ (32 stig) 
2. NSÍ (31 stig)
3. B36 (30 stig)
4. Víkingur (29 stig)
5. HB (24 stig) 
6. Skála (15 stig) 
7. TB (12 stig) 
8. EB/Streymur (7 stig)
9. AB (4 stig)
10. ÍF (4 stig) 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder