Tað gongur javnt á í fremstu deildini í landskappingini í talvi. Útsettu dystirnir í 1. deild vóru í gjár. Oddaliðini skiftast um leiðsluna. Fyrst var Sandavágur á odda, síðani klaksvíkingar, og nú havnarmenn.
Korona hevur aftur lagt meinbogar í vegin fyri regluligu telvingina, men nú eru teir byrjaðir aftur. Í 1. deild vóru úrslitini hesi:
1. deild (3. umfar):
Havnin - Vestmanna 4-0
Klaksvík - Sandavágur 1½-2½
Havnin B. - Klaksvík B. 3-1
Oddadystur
Týðandi dystur var í Klaksvík millum oddaliðið hjá Klaksvíkar Talvfelag og føroyameistarnar Sandavágs Talvfelag. Vágamenn vunnu tepurt.
Rógvi Egilstoft Nielsen fekk á 1. borði javnt móti moldosvka stórmeistaranum Vladimir Hamitevici, sum herfyri vann sterka jubileumskapping hjá felagnum Øbro í Keypmannahavn. Fimm stórmeistarar vóru við í tí kappingini. Men borgarstjórin á Eiði, sum framvegis telvar fyri sítt barndómsfelag í Sandavági, telvaði remis móti moldovska stórmeistaranum, sum býr í Klaksvík og rør út haðani.
Á 2. borði vann føroyameistarin Høgni Egilstoft Nielsen á Ólavi Simonsen. Á 3. borði koppaði Terji Petersen Silas Eyðsteinsson, men á 4. borði bragdaði eisini hjá vágamonnum. Her vann Torkil Nielsen á Steintór Rasmussen - tveir fyrrverandi føroyameistarar.
Toppur og botnur
Havnarmenn gjørdu bart móti vestmenningum, og vunnu á øllum borðum. Manningin hjá Havnini var henda: 1. Helgi Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Carl Eli Samuelsen 4. Luitjen A. Apol. Á vestmannaliðnum telvaðu Jákup á Rógvi Andreasen, Samson Højgaard, Kári Durhuus og Hanus Ingi Hansen.
Triði dysturin var millum næstbestu manningarnar hjá Havnini og Klaksvík. Havnin vann 3-1. Rógvi Mortensen, Margar Berg, Andrias Ziska og Óli Joensen vunnu á Finnbjørn Vang, Ingolf Gaard, Janus Skaale og Boga Hansen. Janus Skaale fekk einasta sigurin hjá klaksvíkingum, men Bogi Eliassen Hansen kundi tað sama eisini vunnið, so 2-2 lá í luftini eina løtu.
Dystirnir í 1. deild í 3. umfari:
Støðan í 1. deild
1. Havnin 10 stig
2. Sandavágur 8½
3. Klaksvík 8
4. Havnin B. 6
5. Klaksvík B 2½
6. Vestmanna 1
Telvað verður aftur í 1. deild 12. desember. Og dystirnir í 5. umfari eru 12. januar. Tá er kappingin hálvrunnin. Landskappingin endar 26. mars 2022.
4. umfar (12. desember)
Klaksvík - Havnin
Sandavágur - Klaksvík B
Vestmanna - Havnin B
5. umfar (9. januar)
Havnin - Sandavágur
Havnin B. - Klaksvík
Klaksvík B. - Vestmanna
Hinar deildirnar
Yvirlitið yvir hinar deildirnar er ikki heilt fullfíggjað.
Í 2. deild er Havnar Telvingarfelag á odda, Kollafjørður nummar tvey og Sandavágur nummar trý.
Í 3. deild er Vestmanna á odda, Toftir nummar tvey, og Kollafjørður og Havnin nummar trý.
Og í 4. deild er Rókur úr Sundalagnum nummar eitt, Havnin nummar tvey og Gøta nummar trý. Níggju lið eru í fjórðu deild.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald