Fótbóltur

Hazard er nú Real Madrid-leikari

Í gjárkvøldið varð tað endaliga váttað; belgiski leikarin skiftir frá Chelsea, og hann sigu,r at talan er ein dreingjadreym, ið gongur út.

Hazard skiftir bláu troyggjuna út við hvíta - Premier League við la Liga (Mynd: EPA)

Hazard skiftir bláu troyggjuna út við hvíta - Premier League við la Liga (Mynd: EPA)

2019-06-08 08:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Søgurnar hava gingið í langa tíð, og nú er tað veruleiki: Eftir sjey ár í London skal Hazard nú spæla í Madrid við eyðkendur hvítu troyggjuni. 

Eden Hazard hevur verið ein stórur profilur í Chelsea og í Premier League, ið hann hevur vunnið tvær ferðir. Álopskendi profilurin spældi 352 dystir og skoraði 110 mál fyri teir í bláum, og varð kosin til ársins leikara í 2015, eftir at Chelsea gjørdist meistari undir Mourinho. Real Madrid hevur verið úti eftir honum í longri tíð, og nú var tíðin til at skifta hjá Hazard, ið hevði eitt ár eftir av sátmálanum.

Leikrin sigur, at spæla fyri Real Madrid er nakað, ið hann hevur droymt um, síðani hann hevur verið ein drongur. Hann fegnast um tíðina í Chelsea, men sær nú fram til nýggjar avbjóðingar, og 28-ára gamli leikarin skal verða týðandi partur í eundurreisnini hjá Zidane.

Hazard verður keyptur fyri nakað undir 100 milliónir pund fyri fyrst, men við bonus og øðrum kann avtalan fáa virði uppá áleið 130 milliónir pund. Eden Hazard fær ein fimm ára sáttmála. Seinasta stigið í avtaluni er ein læknakanning hósdagin, og um hon sum væntað verður gjøgnumførd verður nýggir profilurin sýndur fram á Bernabeu. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder