Ein dystur í Premier League varð leiktur í kvøld. Talan var um grannauppgerð í høvuðsstaðnum, har nógv var uppá spæl hjá Chelsea. Við ósigrinum hjá Arsenal fyri Everton í gjár, fekk Chelsea møguleikan at koma uppá 3. plássið og harvið leggja trýst á kappingarneytarnar í stríðnum um Champions League pláss.
Liðið hjá Sarri tók av, og tað var við Eden Hazard í høvðusleiklutinum. 28-ára gamla stjørnan hjá Chelsea skeyt bæði málini í 2-0 sigrinum á West Ham. Heimaliðið var omaná í 1. hálvleiki á Stamford Bridge og legði seg á odda í 24. minutti. Hazard fekk bóltin í millumrúminum miðskeiðis á hálvuni hjá West Ham, og so tók hann sakina í egnar hendur. Hann trekti framvið einum mótstøðuleikara, og á brotsteigarmarkinum flutti hann bóltin framvið einum miðverja við vinstra beinið og síðani hinum við høgra í einari flótandi rørslu. Frammanfyri málverjanum við einum mánni í rygginum legði álopskendi leikarin bóltin ísakalt niður í longra málhorn við visntra beininum. Eitt heimsklassa mál.
Í 2. hálvleiki kom West Ham, ið er í ongamannalandi á 11. plássinum, betri við. Chelsea helt tó fast, og beint sum yvirtíðin byrjaði, lukkaði Hazard dystin. Chelsea hevur fimm dystir eftir og hevur í løtuni fatur á einum Champions League-plássi. Sunnudagin er torfør uppgáva á Anfield á skránni.
Chelsea - West Ham 2-0 (1-0)
1-0 Eden Hazard
2-0 Eden Hazard
Stríðið um topp-fýra:
3. Chelsea 66 *
4. Tottenham 64
5. Arsenal 63
6. Manchester United 61
Ein dyst fleiri
Fótbóltur
Hazard sendi Chelsea upp á 3. pláss
Fyrra málið hjá belgiska leikaranum í Lononuppgerðini var framúr.
Eden Hazard tryggjaði Chelsea trý týdningarmikil stig í kvøld (Mynd: EPA)
2019-04-08 22:15
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald