
- Í samstarv við Televarpið, verður Conference League dysturin ímóti Buducnost Podgorica vístur ókeypis á Rás 1. Hetta merkir, at øll, ið ikki hava møguleika at koma í Gundadal, kunnu síggja dystin.
Heimasíðan hjá HB skrivar, at hetta eisini er galdandi fyri útisetar, sum kunnu stroyma dystin á heimasíðuni hjá Televarpinum.
HB spælir í Gundadali í kvøld, har lagt er upp til ein spennandi dyst. Tað snýr seg um hjá greipuvinnarunum at gagnnýta heimavøllin og tryggja sær eitt gott úrslit, áðrenn farið verður til Montenegro. Regulin um útivallarmál er ikki galdandi longur.
Dysturin verður bríkslaður í gongd klokkan 19. Vit verða til staðar og hava ymiskt tilfar frá fyrra dystinum í 2. umfari í nýggju kappingini. FM1 og KVF siga frá dystinum.
Les eisini:
HB spælir evropeiskan heimadyst hóskvøldið
Buducnost mett sum lítil favorittur í Gundadali
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald