placeholder
Fótbóltur

HB beina kós ímóti FM

HB vann trygt í dag, og B36 fekk eisini trý stig eina viku eftir steypafinaluna.

HB er ikki so langt frá at tryggja sær føroyameistaraheitið eftir úrslitini í dag og í gjár
(Mynd: Sverri Egholm)

HB er ikki so langt frá at tryggja sær føroyameistaraheitið eftir úrslitini í dag og í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-01 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir í 21.umfarið í Betri-deildini eru seinnapartin. Tríggir eru júst loknir, og á Skála er hálvleikur.

HB vann greiðan 3-0 sigur, tá tað var toppur móti botni í Gundadali. Hetta var góð uppreisn hjá HB eftir steypafinaluna. Suverena oddaliðið skoraði tvey mál fyrsta korterið og er nú heili 10 stig á odda. Seks dystir eru eftir at leika.

NSÍ megnaði ikki at halda sigurrøðina. Eftir fimm sigrar á rað megnaði nýklakti steypavinnarin at koppa NSÍ við Løkin. B36 skoraði eitt mál beint fyri hálvleik og eitt stutt inní 2.hálvleik, og so var brekkan ov tung hjá heimaliðnum, ið tó fekk minkað um munin eitt lítið korter fyri tíð.

Suðringar eru nú helst leysur av botnstríðnum. Fyri bert aðru ferð í ár fór TB/FCS/Royn av vøllinum við Stóra við einum sigri. Eins og fyrst í mai gekk tað útyvir EB/Streym. Bæði liðini skoraði innan fyrsta korterið. Búi Egilsson avgjørdi dystin eftir ein stóran tíma. Suðringar eru nú so at siga leysir av botninum, meðan EB/Streymur ikki kann kenna seg heilt trygt enn.

Á Skála er hálvleikur, og har er heimaliðið á odda heili 3-0 móti 07 Vestur. Brian Jakobsen skoraði eftir eitt korter, og so skoraði Skála tvey skjót mál stutt fyri hálvleik. Harvið er tað næstan avgjørt, og 07 Vestur er í uppaftur størri trupulleikum í botninum.

HB - AB 3-0(2-0)
1-0 Adrian R. Justinussen
2-0 Sìmun Samuelsen
3-0 Bartal Wardum 

NSÍ - B36 1-2(0-1)
0-1 Odmar Færø 
0-2 Erlendur Magnusson
1-2 Øssur Dalbúð

TB/FCS/Royn - EB/Streymur 2-1(1-1)
1-0 Stefan Radosavljevic
1-1 Aksel B. Danielsen
2-1 Búi Egilsson

Skála - 07 Vestur 3-0 (Hálvleikur)
1-0 Brian Jakobsen
2-0 Jákup Johansen
3-0 Brian Jakobsen

Í gjár: 

KÍ - Víkingur 1-1(1-1)
0-1 10.min Hanus Jacobsen
1-1 16.min Predrag Pocuca 



Støðan í løtuni: 


1. HB (55 stig) 
2. KÍ (45 stig) 
3. NSÍ (42 stig)
4. B36 (37 stig)*
5. Víkingur (36 stig) 
6. Skála (22 stig) 
7. TB/FCS/Royn (21 stig)
8. EB/Streymur (19 stig)
9. 07 Vestur (10 stig)*
10. AB (9 stig)

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder