Fótbóltur

HB blandar seg upp í oddastríðið

Kvinnurnar hjá HB hava nú bæði bast NSÍ og KÍ í ár. Sunnudagin varð talan um 3-1 sigur á oddaliðnum úr Runavík, sum annars hevði fult stigatal áðrenn. Tveir triðingar av grundspælinum eru farnir.

HB-liðskiparin, Sunniva Willemoes, skoraði eitt av málinum í søta sigrinum á NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

HB-liðskiparin, Sunniva Willemoes, skoraði eitt av málinum í søta sigrinum á NSÍ (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-20 17:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Níggjunda umfar í Betrideildini hjá kvinnum var á skránni sunnudagin, og serliga eitt úrslit skein í eyguni.

Í sólini í Gundadali gjørdi HB bart og vann 3-1 á NSÍ. Frammanundan dystinum hevði NSÍ annars fult stigatal fyri átta umfør.

Ása Stórá Carlsen, Sunniva Willemoes og Elin Maria Isaksen skoraðu fyri heimaliðið, áðrenn Helga Mikkelsen minkaði fyri oddaliðið.

NSÍ er odda lið við 24 stigum, men nú er frástøðan til KÍ (trý stig) umframt til til HB og Víking (fimm stig) minkað. Unga HB-liðið hevur nú bæði vunnið á KÍ og NSÍ. Nú tveir triðingar av grundspælinum eru farnir afturum, er rættuliga tætt millum fremstu liðini.

Stigatalvan og úrsliti síggjast her

Hinir tríggir dystirnir í 9. umfari vórðu eisini spældir sunnudagin. Á Dungasandi vann Víkingur 3-0 á 07 Vestur. Á Djúpumýru í Klaksvík varð B36 sent heim við einum 9-0 tapi, og undir Mýruhjalla vann Skála 8-0 ímóti FC Hoyvík.

Næsta vikuskiftið er 10. umfar á skránni. Fríggjakvøldið spæla Skála og 07 Vestur undir Mýruhjalla, og leygardagin møtast NSÍ og FC Hoyvík. Sunnudagin verður grannauppgerð í Gundadali millum B36 og HB, og í Sarpugerði fær Víkingur vitjan av KÍ.

Kelda: fsf.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder