2019-10-07 19:24
Miðvallarin Tróndur Jensen hevur í dag sett sína undirskrift á nýggjan sáttmála við HB. Í síðstu viku skrivaði HB undir tvey ára sáttmála við Hørð Askham.
Les eisini: HB tryggjar sær Hørð Askham tvey ár afturat
Tróndur og Hørður hava tað til felags, at teir báðir hava slitið sær krossbandið, og tað ganga fleiri mánaðir áðrenn teir eru klárir aftur.
- Skurðviðgerðin gekk væl, og Tróndur fer skjótt í gongd við endurvenjingina, so at vit sleppa at síggja hann aftur á vøllinum í 2020, skrivar HB.
Kaj Leo Holm Johannesen, formaður í HB og Tróndur Jensen (Mynd: HB)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald