Fótbóltur

HB gjørt sáttmála við evnaríkan miðvallara

17-ára gamli Símun Sólheim hevur í kvøld skrivað undir sín fyrsta vaknsmannasáttmála.

2018-11-01 21:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB heldur fram við fyrireikingunum til komandi ár. Mánadagin varð kunngjørt, at Pætur Petersen skiftir til føroyameistaran úr EB/Streymi, og í gjár longdi felagið um sáttmálan við stinna miðverjan, Lassa T. Andersen.

Les meira: Føroyameistararnir styrkt seg við toppskjúttanum hjá EB/Streymi
Lasse og HB leingja


Í kvøld hevur HB gjørt avtalu við ein leikara, ið er uppaldur í felagnum. Talan er um 17-ára gamla miðvallaran Símun Sólheim, ið hoyrir til 2001-árgangin hjá felagnum.

Heimasíðan hjá HB lýsir Símun sum ein sera miðvísan og evnaríkan leikara, sum seinastu fimm árini hevur átt stóran leiklut í at vinna ikki færri enn 5 føroyameistaraheiti og 6 steypafinalur við ungdómsliðum hjá HB.

Símun Sólheim kom heim úr Danmark í summar eftir eitt ár á eftirskúla, har hann var partur av U17-hópinum hjá Brøndby IF. Síðani hann kom aftur til felagið, hevur Sìmun vant við Betri-hópinum. Hann vann FM við U17-liðnum og steypakappingina við U21-liðnum í heyst.

Miðvallarin hevur spælt við U15, U17 og U19 landsliðunum. Hann var m.a. partur av U17-landsliðnum, sum í fjør megnaði at spæla seg til EM-endaspælið í Kroatia.

Sáttmálin millum HB og Símun er galdandi fyri komandi kappingarár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder