Í stórsteypadystinum móti KÍ leygardagin var HB so at siga tannleyst fram eftir vøllinum. Tað endaði 1-0 til greipuvinnararnar - uttan at HB skapti nakrar veruligar málmøguleikar.
Sí eisini: KÍ fór avstað við stórsteypinum í keðiligum dysti
Við til tí søguna hoyrir, at HB spældi uttan tríggjar áleyparar, sum eftir ætlan koma at mynda liðið nógv í ár.
![]()
Norski Storm Bugge Petersen og hinir HB'arnir fingu ikki veruliga hótt KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Sama kvøld, sum stórsteypadysturin var, kunngjørdi HB Erik Sorga. 26-ára gamli áleyparin hevur spælt 31 landsdystir fyri Estland - seinast í 2024 tá hann millum annað spældi eina løtu móti Føroyum í Baltic Cup. Estin eigur fýra landsliðsmál
Annars hevur Sorga millum annað spælt nakrar dystir í MLS (USA) og Allsvenskan (Svøríki) og seinast í Teilandi, men mest í bestu deildini i heimlandinum. Seinastu vikuna hevur estiski áleyparin vant við í Gundadali.
Bíðað eftir loyvinum hjá Moses Ebiye
Fyri tíggju døgum síðani, skrivaðu vit um Moses Ebiye, sum HB hevur gjørt avtalu við. Áleyparin og vongurin er nigeriubúgvi og hevur millum annað spælt við Motherwell í bestu skotski deildini - har er Jens Berthel Askou venjari nú.
28-ára gamli spælarin og HB bíða tó eftir, at øll loyvini koma upá pláss, so Ebiye kann koma til Føroya og spæla.
![]()
Moses Ebiye fór úr Motherwell seinasta summar - hann hevur eisini royndir úr bestu norsku deildini, og nú verður bíðað eftir svari úr Nigeria
Tað kann Jákup Thomsen skjótt. Lokali áleyparin hevur verið darvaður av skaða seinastu tíðina, men verður sum skilst til reiðar at spæla áðrenn landsliðssteðgin seint í mánaðinum.
HB hevur spælt við tveimum áleyparaum undir André Olsen. Liðið leggur fyri í Meistaradeildini við dysti á Skála sunnukvøldið. Tá verður Erik Sorga eftir øllum at døma at síggja fyri fyrstu ferð.
Skytte sagt farvæl
Ein, sum ikki verður at síggja, verður Sammy Skytte. Sterki danski danski miðvallarin hevur verið týðandi fyri HB í løtum tvey tey seinastu árini - millum annað í steypafinaluni í
Tað hevur tó verið greitt í eina tíð, at Skytte ikki fór at halda fram í reyðum og svørtum. Í dag varð hann kunngjørdur í FA Siauliai, sum spælir í besti deildini í Litava.
![]()
Sammy Skytte í Conference League-dystinum móti Brøndby í fjør (mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald