Fótbóltur

HB fingið royndan norskan áleypara í hópin

34-ára gamli Jonas Enkerud var sáttmálaleysur eftir eitt ár í bestu finsku deildini. Hann hevur spælt 48 dystir í bestu norsku deildini og 150 dystir í næstbestu deildini í heimlandinum.

Jonas Enkerud hevur royndir frá góðum stigi (Mynd: HB / RS Media)

Jonas Enkerud hevur royndir frá góðum stigi (Mynd: HB / RS Media)

2025-03-06 17:12 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Adolfo Sormani ætlar í ár at spæla við tveimum áleyparum, og Jonas Enkerud er helst ætlaður til annað plássið.

Tað er í øllum førum ein áleypari við royndum, sum HB í kvøld hevur kunngjørt.

34-ára gamli áleyparin hevur spælt í trimum teimum fremstu deildunum í heimlandinum og í Finnlandi í fjør. Enkerud skoraði 6 mál í 27 dystum fyri Gnistan í 2024.

Hann hevur høgt tal í triðbestu norsku deildini (21 mál í 26 dystum) og í norsku steypakappingini (15 mál í 25 dystum).

[object Object](Tað er ein møguleiki fyri, at nýggi norðmaðurin verður við í morgin (Mynd: HB / RS Media)

Nýggi HB-spælarin hevur eisini víst, at hann kann fáa málsti á hægri stigi. 40 mál og 27 upplegg í næstbestu norsku deildini fyri 151 sær fínt út; serliga tí Jonas Enkerud hevur verið nýttur sum innskiftari í ein mun.

Tað var hann eisini til tíðir fyri HamKam í bestu deildini í 2022 og 2023. Samanlagt var áleyparin við í 7 málum í 48 dystum í Eliteseriuni.

Júst HamKam er liðið, ið Enkerud hevur umboðað oftast sum vaksin. Har var Sammy Skytte til royndarvenjing í vetur - skjótt skulu teir spæla saman í Gundadali.

HB og Jonas Enkerud hava gjørt sáttmála fyri kappingarárið. Steypavinnararnir og stórsteypavinnararnir byrja hetta í annaðkvøld, tá B68 vitjar. Tað er ósannlíkt, at spildurnýggi áleyparin fær nakran leiklut, men tað er sum skilst ikki heilt ómøguligt.

Tøl: Transfermarket

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder