Fótbóltur

HB ringar royndir úr Norðurírlandi

Tvær ferðir er felagið sligið út í landinum, har spælt verður í annaðkvøld. Derry, sum spælir í írsku kappingini, er helst sterkari enn undanfarnu banaliðini, men alt er opið.

HB hevur, eins og onnur føroysk lið, ikki megnað at knógva norðurírskum liðum. Fyri triðju ferð uppá fimm ár er HB í Norðurírlandi - nú er tað ein øðrvísi støða (Mynd: Havnar Bóltfelag)

HB hevur, eins og onnur føroysk lið, ikki megnað at knógva norðurírskum liðum. Fyri triðju ferð uppá fimm ár er HB í Norðurírlandi - nú er tað ein øðrvísi støða (Mynd: Havnar Bóltfelag)

2023-07-19 19:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin hjá HB fyrireikar seg í løtuni í norðurírska býnum Derry. Almenna navnið er Londonderry, ið vísir til sterka søguliga tilknýti til Onglands. Næststørsti býurin í Norðurírlandi og økið kring hann, við markið til Írland, var ein brennidepil í "The Troubles", ið byrjaðu síðst í 1960'unum.

At fara djúpt inn á hetta hevði tikið longri tíð og verið tilfar til eina greinarøð. Tað sum er umráðandi at vísa á júst her er, at ófriðurin í Bogside-økinum gjørdi tað ógvuliga trupult hjá Derry City at spæla sínar heimadystir á Brandywell. Uppreistur var í samband við dystir í fleiri førum, og ófriður gjørdi, at mótstøðulið í bestu norðurírsku deildini noktaðu at spæla í Derry. 

Felagið vildi ikki sleppa kravinum at spæla á sínum vanliga heimavølli, og í oktober 1972 fór Derry úr deildini, og eftir amatørstøðu í 13 ár slapp Derry City við serloyvi upp í írskan fótbólt í 1985. Tað gekk skjótt rættan vegin, og tvey írsk meistaraheitir og ellivu steypagull eru komin í hús. Felagið hevur harvið umboðað tvey lond í evropeiskum fótbólti.


Ein viðurkend fótbóltsrás á Youtube, Tifo Football, hevur gjørt hetta video á fimm minuttir um serstøðuna hjá Derry

Tvær ferðir 0-1 í Norðurírlandi
Í 2019 var HB leikliga omaná, tá Linfield vitjaði í Gundadali. Felagið er greitt tað mest vinnandi í norðurírskum fótbólti, var í mun til Derry knýtt at samveldisrørsluni í landinum, og hevur sent fýra føroysk feløg út úr Evropa , B36 tvær ferðir, og seinast HB. 2-2 í Gundadali og 0-1 í Belfast vóru úrslitini fyri fýra árum síðani, men HB-vónbrotið var størri árið eftir, tá vitjað varð í sama býi.

Í 2020 var HB besta liðið í Føroyum. Undir Jens Berthel Askou vann felagið greipuna og var rímiliga greitt oddalið í august, tá evropeisku dystirnir vóru spældir. HB fekk Glentoran í undanumfarinum. Liðið var endað á 5. plássið í norðurírsku deildini, og kenslan var, at nú skuldi tað vera: HB skuldi víðari og eitt føroyskt felag skuldi koppa liðið úr Norðurírlandi.

Tað gjørdist aftur týðiligt, at tað er ikki beinleiðis stórur munur á ovaru liðunum í deildunum, men eins og B36 og NSÍ árið fyri tapti HB fyri norðurírskum liði. Tað endaði 0-1 á tunga grasvøllinum á The Oval.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

[object Object]

Írska deildin verður mett at vera nakað sterkari enn tann norðurírska, og tann føroyska, og er styrkismett fleiri pláss frammanfyri eftir evropeiskum úrslitum. Tað kann útleiðast, at Derry City sum lið er sterkari enn tey, sum eru í oddinum í norðurírsku deildini - serliga kanska í mun til Glentoran frá 2020. Í hesum sambandi skal tó vísast á, at Linfield hevur nógv fleiri evropeisk úrslit at vísa enn Derry. 

Derry endaði á 2. plássi í fjør og er beint nú á 3. plássi. Útfrá dystinum á Tórsvølli hóskvøldið, sum endaði við málleysum javnleiki, er møguleikin hjá HB avgjørt til staðar. Tað verður tó helst samanlagt truplari á Brandywell. Søgan er ímóti HB, men slíkt hugsa teir í hópinum allarhelst als ikki um nú: Í morgin snýr tað seg um at avrika so væl sum gjørligt, og um tað hesa ferð eydnast at vinna við einum í Norðurírlandi, er tað nóg mikið til at koma víðari.

Hósdagin 20. juli - Conference League
19.45: Derry City-HB (0-0) - BrandywellDerry

Sjónvarp: Televarpið

Sí eisini: Bjarti: - Kunnu taka nógv við til seinna dystin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder