Tað er ikki vanligt at heinta ein hjálparvenjari út útlandinum og geva honum ein fulltíðarsáttmála. Tað hevur HB nú gjørt við Kevin Schindler, sum í fleri ár hevði leikarasáttmála við Werder Bremen, og sum hevur verið í Borussia Dortmund í nakrar mánaðir undir sínari venjaraútbúgving.
– Eg fekk møguleika at fylgja venjingini hjá U23-liðnum hjá Borussia Dortmund, har fyrrverandi hjálparvenjarin hjá Berthel, Mike Tullberg, er venjari. Hann segði mær, at Berthel tørvaði ein hjálparvenjara, og spurdi um tað var nakað fyri meg. Eg helt hetta ljóðaði spennandi, og eg var so her í nakrar dagar í desember og hugdi eftir umstøðunum. Vit tosaðu nógv saman, og funnu skjótt útav at vit hava eina felags uppfatan av fótbólti.
Soleiðis greiðir 31-ára gamli Kevin Schindler hb.fo frá, hvussu tað kom í lag at hann gjørdist nýggi hjálparvenjarin hjá steypavinnarunum. Hann gavst sína yrkisleið sum leikari farna summar og fór beinavegin undir venjaraútbúgving. Sum leikari var hann kantur og umboðaði Týskland 13 ferðir á ungdómslandsliðum. Kevin fekk dystir fyri Werder Bremen í Bundesligaini men spældi mest í næstbestu deildini, áðrenn hann fór til USA. Har var týskarin í Cincinnati í nakrar mánaðir, áðrenn hann endaði yrkisleiðina við Cambuur í næstbestu hollendsku deildini.
Kevin Schindler sær nú fram til at royna og læra nakað nýtt. Jens Bertel Askou sigur soleiðis um sín nýggjá hjálparvenjara við heimasíðuna hjá HB:
– Kevin er ein ungur venjari, sum eg havi lært at kenna ígjøgnum mítt netverk í fótbóltsheiminum. Hann kemur við nógvum royndum frá sínari karrieru sum spælari. Royndir sum tey flestu bara kunnu droyma um. Vit báðir hóska væl saman, og hann vil fegin brúka sínar royndir at læra frá sær. Síðani hann var á vitjan í desember, hevur hann sett seg inn í føroyskan fótbólt og viðurskifti. So hann hevur eisini nakrar av teimum menniskjaligu eginleikunum, sum vit gjarna vilja síggja her í felagnum. Nevniliga forvitni at læra meira og svongd eftir at vinna.
Hetta er fjórði fulltíðarvenjarin, ið Havnar Bóltfelag hevur sett í vetur. Allir eru útlendingar: Umframt týskaran Kevin Schindler er talan um danska høvuðsvenjarin hjá Betri-monnum, Jens Berthel Askou, danan Sebastian Dam, fysiskur venjari ið hevur arbeitt saman við Askou í Vendsyssel, og íran Christopher Harrington, høvuðsvenjari hjá Betrikvinnunum og hjá ungdóminum í felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald