Bíðað hevur verið leingi eftir hesari hálvfinaluni millum tey bestu liðini í føroyskum fótbólti í ár, og í mun til undirhald livdi hon sanniliga upp til vónirnar. Hon hevði tað mesta, sum ein spennandi fótbóltsdystur skal hava. Spælið var ikki altíð tað besta ella mest flótandi: Liðini sóu í løtum út til at vera merkt av týdninginum av dystinum, og tað at Víkingur ikki hevði spælt í ellivu dagar, vegna útsetta dystin móti KÍ, kundi kanska eisini síggjast partvíst - hetta í mun til at teir í ljósabláum ikki sóu nóg skarpir út í summum støðum.
HB hevði fyrimunin frammanundan og legði eisini bragdligari fyri. Leivur Fossdal Guttesen fór framvið Bergi Gregersen í høgru, legði væl inn fyri, har Mikkel Dahl hevði runnið heilt rætt, og danin kundi stýra bóltinum víðari í netið. Bert tríggjar minuttir seinni svaraði Víkingur tó aftur. Strandingarnir í høgru spældu væl saman og Olaf Bárðarson var við aftaru stong til reiðar uppá harða og flata innleggið frá Poul Kallsberg.
Eitt korter spælt og so var man í gongd. Víkingur sat meira á tí næstu løtuna og hótti HB-málið nakað, men so líðandi í hálvleikinum "setti spælið" seg nakað. Sá út til at verða 1-1 til steðgin, men so slapp Leivur Guttesen aftur til innlegg í høgru. Arnbjørn Svensson ruddaði, men ikki longur enn til Hanus Sørensen, sum stutt uttan fyri brotsteignum og nakað til høgru, setti høgra beinið perfekt á. Bólturin sat heilt niðri í málhorninum - eitt sera vakurt mál.
Hanus Sørensen, ið serliga hevur lagt upp til nógv mál í ár, skoraði í kvøld í Sarpugerði (Mynd: Sverri Egholm)
Sammy Skytte setti seg niður beint áðrenn 1-1málið og noyddist at lata seg skifta út. Noah Mneney kom inn í hansara stað (Mynd: Sverri Egholm)
Fleiri brotsspørk, fleiri mál og fleiri reyð kort
1-3 samanlagt í steðginum og stutt inn í 2. hálvleik varð 1-3 á degnum og 4-1 til HB samanlagt. Víkingur sløsaði við bóltinum á egnari hálvu, Mathias Voss fór til stroks, og tað endaði við, at Mikkel Dahl fekk prikað bóltin í netið og gjørdist tvífaldur málskjútti.
Víkingur var annars byrjað betri eftir steðgin og legði eitt gott trýst. Heimaliðið fekk næstu 17 minuttirnar tvey brotsspørk - eitt eftir hond og eitt eftir takkling hjá Samuel Chukwudi. Sølvi Vatnhamar umsetti bæði trygt til mál, og so var bert eitt mál á muni samanlagt.
Hetta helt tó ikki leingi. Í næsta álopinum kom HB til innlegg í høgru, Ari Olsen ruddaði í fyrstu syftu, men beint uttan fyri brotsteigin setti Ási Dam høgru uttarusíðu á: Aftur eitt frálíkt skot frá einum ungum HB'ara og 5-3 til Sormani og hansara menn samanlagt. Góðska og effektivitetur.
Ási Dam, ein av málskjúttunum, fegnast saman við Ejvindi Restorff Mouritsen (Mynd: Sverri Egholm)
Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, men tað hendi nógv næsta hálva tíman. Hálvur tími tí heili tíggju minuttir vórðu lagdir afturat. Hetta millum annað av nógvu málunum og brotsspørkum, men eisini av margháttiligu støðuni í HB-brotsteignum, har tvey reyð kort komu og langur steðgur var.
Í samband við hornaspark rakti Arnbjørn Svensson kjálkan hjá Teiti Gestsson við alboganum. Eiler Rasmussen metti beinanvegin, at Víkinga-verjuspælarin fór ov harðliga upp í tvídystin, og fekk hann seinna gula kortið. Rok kom í, og tað endaði við, at innskifti Jákup Thomsen koyrdi Arnbjørn Svensson um koll - hann fekk beinleiðis reytt kort.
Støðan, sum Arnbjørn Svensson fekk sítt seinna gula kort fyri (Mynd: Sverri Egholm)
Støðan var tó ikki heilt liðug enn (Mynd: Sverri Egholm)
Meðan hetta fór fram, lá Teitur Matras Gestsson og fekk viðgerð. HB-málverjin, ið átti onkra góða bjarging í kvøld, bløddi, og sá ikki út til at vera serliga væl fyri. Tað sá eisini út sum, at liðformaðurin fór at verða skiftur út, men ivasamt var eisini, um HB kundi skifta út - liðið hevði longu nýtt sínar tríggjar spælsteðgir. Teitur fekk síðani viðgerð eina løtu afturat á bonkinum, fekk nýggj klæði og koyrdi síðani á víðari.
Skal hann út ella ikki?
Viðgerðin og óvissan helt fram við síðulinjuna - og Teitur kom inn á vøllin aftur eftir fleiri minuttir (Myndir: Sverri Egholm)
Eftir hetta hevði Víkingur 14 minuttir eftir til at skora tvey mál, men tað eydnaðist ikki heilt at fáa stóran spenning í aftur í Sarpugerði. Onkrar stórar støður vórðu skaptar, men neyvleiki vantaði, og tað sást, at bæði liðini høvdu nýtt nógva megi.
Eftir 99 minuttir fekk Mathias Voss sær við vilja eitt reytt kort við heldur ógvusligari gerð móti Olafi Bárðarson við síðulinjuna. Hetta tí at høgri bakkurin hjá HB hevði fingið gult kort frammanundan og harvið stóð til at fáa leikbann í finaluni. Við reyða kortinum hevur Voss nú heldur leikbann móti NSÍ týskvøldið - ein reglugerð sum man burdi farið inn og hugt eftir. Slíkar støður, sum eisini komu fyri í fjør, tykjast heldur tápuligar.
HB sigraði eftir undirhaldandi og dramatiska dystin og skal 2. november royna at verja Løgmanssteypið í finaluni móti grannunum. Tað var eisini heilt dramatiskt, tá B36 og HB seinast hittust í steypafinaluni. Víkingur skal nú fult og heilt hugsavna seg um at halda HB og KÍ aftanfyri seg í Betrideildini.
Vónbrotin Aron Janskor Ellingsgaard (Mynd: Sverri Egholm)
Meðan HB'arar stórfegnast um plássið í steypafinaluni - fyri fjórðu ferð uppá seks ár. Ikki síðani júst HB vann á Víkingi í fjórðingsfinaluni í fjør - longd leiktíð - hevur nakað útiliðið vunnið í Sarpugerði (Myndir: Sverri Egholm)
Onnur hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið
Sarpugerði, fríggjadagin 23.08
Víkingur - HB 3-4 (1-2) - 3-5 samanlagt
12' Mikkel Dahl (Leivur Fossdal Guttesen) 0-1
15' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 1-1
43' Hanus Sørensen 1-2
52' Mikkel Dahl (Mathias Voss) 1-3
57' Sølvi Vatnhamar, br. 2-3
69' Sølvi Vatnhamar, br. 3-3
70' Ási Dam 3-4
Reyð kort: Arnbjørn Svensson (Víkingur) og Jákup Thomsen (HB) 79', Mathias Voss (HB) 99'
Hann gjørdi helst tað, sum teir allarflestu í somu støðu høvdu roynt at gjørt: At við vilja tiltuska sær eitt seinna gula kort, so man ikki skal sita uttanfyri í steypafinaluni. Men hesar margháttiligu støðurnar hava ikki nógv við fótbólt at gera, og tískil kundi tað í øllum førum verið viðgjørt at broytt reglugerðina (Mynd: Sverri Egholm)
Dagført: 21.42
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald