Fótbóltur

HB javnaði í 95. minutti í oddadystinum

Heimaliðið var á odda í steðginum, men KÍ vendi tí, áðrenn Rúna Jacobsen fekk seinasta orðið. Harvið eru bæði HB og KÍ ósigrað við 13 stigum hvør í Meistaradeildini.

Rúna Jacobsen tryggjaði HB eitt stig móti føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Rúna Jacobsen tryggjaði HB eitt stig móti føroyameistarunum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-03 14:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í tí, sum eitur 6. umfar í Meistaradeildini hjá kvinnum, var oddadystur í Gundadali.

KÍ og HB høvdu undan dystinum fult stigatal.

Heimaliðið og Brá Zakariasardóttir løgdu bragdliga fyri: Eftir tveir minuttir og gott langskot var 1-0.

Hendan støðan helt sær til steðgin. Men síðani fekk KÍ tamarhald á, og eftir mál frá Eyðvør Klakstein og Tóru Mohr var 1-2.

Harvið lá tað til ein týðandi sigur til føroyameistararnir í Gundadali. Men í 95. minutti kom frísparksinnlegg innfyri, skot hjá Saru Samson Shaki varð blokerað, og bólturin endaði hjá fríu Rúnu Jacobsen. HB-liðskiparin prikaði bóltin í netið, og harvið endaði tað við javnleiki.

[object Object]

Sí meira um dystin her

Hetta var  fimti dysturin hjá liðnum. Vegna ólíka tal av liðnum í deildini er tað fimm dystur eftir seks umfør.

KÍ og HB hava 13 stig hvør - KÍ hevur betri málúrttøku. Hetta eru tey bæði liðini, sum tey flestu vænta fara at kappast um FM: Føroyameistararnir og steypavinnararnir í fjør. Og tað er nógv, ið bendir á tað eisini.

Sí støðuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder