Stórfeløg úr Póllandi og Kroatia og góð lið úr uppaftur hægri styrkismettum deildum. Hetta er tað, sum HB kann renna seg í, tá lutkastið til 2. umfar í Conference League verður klokkan 13.
Sum steypavinnari í Føroyum hoppar HB 1. umfar um. Tað hevur sínar fíggjarligar fyrimunir, men sum ikki-styrkismett er møguleikin fyri at møta sterkum liðum í 2. umfari stórur.
Her eru møguleikarnir hjá HB í 2. umfari í Conference League:
Legia Warszawa (Pólland)
HNK Hajduk Split (Kroatia)
GFK Tikves (MKD) - Breiðablik (Ísland)
FK Austria Wien (Eysturríki)
FK Mladá Boleslav (Kekkia)
Tað er mótsstøðan úr Norðurmakedónia ella Ísland - vinnarin av hesum dystinum - sum hevði verið best at fingið hjá HB. Ikki tí; Patrik Johannesen og Breiðablik kunnu geva HB nógar trupulleikar, og í so fall hevði talan helst verið um tættar dystir.
Patrik Johannesen í landsdysti fyri Føroyar. Áleyparin kann renna seg í HB, um hann og Breiðablik koma víðari (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Hinir fýra møguleikarnir í lutakastinum eru lið úr ovaru hálvu av Evropa, tá tað snýr seg um deildir. Sambært styrkismetingini hjá UEFA spæla tey í deildum frá nummar 10 til og við 21 av teimum 55. Betrideildin er nummar 38 - hetta serliga takkað góðu evroeisku úrslitunum hjá B36 og KÍ seinastu árini.
Liðini úr lægri deildunum av hesum - Póllandi og Kroatia - eru stórfeløg í hesum londum. Tað hevði avgjørt verið ein stór og spennandi avbjóðing at hitt Legia Warszawa ella Hajduk Split.
Hjá HB snýr tað seg helst um at raka 3-talið í lutakastinum (Mynd: uefa.com)
Dystirnir í 2. umfari í Conference League verða spældir 25. juli og 1. august. Tað er møguligt, at heili fýra føroysk feløg vera við tá.
Um KÍ tapir fyri Differdange í 1. umfari í Champions League, so enda føroyameistararnir her. B36 og Víkingur skulu 11. og 18. juli royna at spæla seg víðari úr 1. umfari í Conference League.
Møguleikarnir hjá KÍ - um liðið fer út úr Champions League beinanvegin:
PFC Ludogorets 1945 (BUL) - FC Dinamo Batumi (GEO)
FC Flora Tallinn (EST) - NK Celje (SVN)
Hamrun Spartans FC (MLT) - Lincoln Red Imps FC (GIB)
FC Dinamo Minsk (BLR) - FC Pyunik (ARM)
FC Ordabasy (KAZ) - FC Petrocub (MDA)
Vikingur Reykjavík (ISL) - Shamrock Rovers FC (IRL)
Her er talan um taparan í hesum dystunum (lið sum koma úr CHL)
Møguleikarnir hjá Víkingi, um liðið kemur víðari:
KAA Gent (BEL)
Stjarnan (ISL) - Linfield FC (NIR)
FC UNA Strassen (LUX) - KuPS Kuopio (FIN)
FC Vaduz (LIE)
Brøndby IF (DEN)
Møguleikarnir hjá B36, um liðið kemur víðari:
SK Brann (NOR)
BK Häcken (SWE)
FCB Magpies (GIB) - Derry City FC (IRL)
Valur (ISL) - KF Vllaznia (ALB)
Cliftonville FC (NIR)
Sí alt á síðuni hjá UEFA Conference League á uefa.com.
Lutakastið verður klokkan 13 føroyska tíð og kann stroymast á heimasíðuni hjá UEFA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald