Fótbóltur

HB-liðið er sett

Fyrsta bríksl í hitanum í Durres verður klokkan 19. Champions League-dysturin kann stroymast á Facebook-síðuni hjá Inter Club d’Escaldes.

Mads Boe Mikkelsen er millum teir fyrstu ellivu, og sambært almennu uppstillingini spælir hann á høgra bakki í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Mads Boe Mikkelsen er millum teir fyrstu ellivu, og sambært almennu uppstillingini spælir hann á høgra bakki í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-22 18:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað eru í løtuni omanfyri 30 hitastig í Durres í Albania, har HB um eina løtu skal royna at spæla seg í finaluna í undan-undanumfarinum í Champions League. 

Hitin er helst til fyrimuns fyri meistaraliði úr Andorra, men HB er sambært veddingarfyritøkum greiður favorittur móti Inter Club d’Escaldes.

Jonas Dal Andersen hevur valt hesa byrjanaruppstillingina til dystin.

HB 4-3-3:
Teitur Matras Gestsson - Mads Boe Mikkelsen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, Heðin Hansen, René Shaki Joensen - Hilmar Leon Jakobsen, Mikkel Dahl, Adrian Rúnasson Justinussen

Hendan samansetingin er sett upp á uefa.com, og hetta er eisini tað mest sannlíka.

Bonkur: Rói Mørk Hentze,Ibrahim Moro, Dan í Soylu (er skaddur), Pætur Petersen Sunday Och Odeh, Heri Hjalt Mohr, Stefan Radosavljevic, Ási Dam, Hanus Sørensen, Samuel Johansen Chukwudi, Áki Debes Samuelsen

Ildefons Lima er á bonkinum hjá mótstøðuliðnum.

Dysturin byrjar klokkan 19 og kann stroymast á Facebook-síðuni hjá Inter Club d’Escaldes. Frá HB fáa vit upplýst, at ein skal dáma síðuna fyri at síggja dystin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder