Fótbóltur

HB missir nú helst eisini Mads Borchers

Danski áleyparin fer at skriva undir við Varbergs BoIS, sum stríðist fyri lívinum í bestu svensku deildini. Hetta skriva bæði svenskir og danskir miðlar í dag.

Hørður Askham og Mads Borchers eftir at álopskendi danin avgjørdi grannauppgerðina móti B36 tíðliga í juni. Hørður er nú farin til Danmarkar, og sum skilst endar Borchers í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm=

Hørður Askham og Mads Borchers eftir at álopskendi danin avgjørdi grannauppgerðina móti B36 tíðliga í juni. Hørður er nú farin til Danmarkar, og sum skilst endar Borchers í Svøríki (Mynd: Sverri Egholm=

2023-07-26 12:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vetur keypti HB Mads Borchers leysan úr Esbjerg, og nú sær út til at havnarfelagið fer at selja hann. 

Danskir og svenskir miðlar vilja í dag øllum førum vera við, at samráðingar eru í gongd í Svøríki, har Borchers er staddur og eisini hyggur eftir umstøðunum. Tað skrivar Tipsbladet, útfrá tí sum danski ítróttarmiðilin skýrir "sínar upplýsingar".

Svenski miðilin FotbollDirekt skrivar, at botnproppurin Varbergs nú keypir inn og fær sær danskan álopsspælara við góðum tølum úr Føroyum. Til ber ikki at lesa greinina uttan eitt hald, men hetta framgongur í innganginum.

[object Object]
Mads Borchers hevur sanniliga sett sín dám á føroyskan fótbólt, síðani ungi danin kom til 07 Vestur úr Esbjerg á vetri 2022 (Mynd: Sverri Egholm)
 

Sambært Tipsblaðnum manglar lítið, fyri at flytingin fer ígjøgnum, og at ein sáttmáli til og við 2025 verður gjørdur. Um so er, at liðið úr Allsvenskan skal fáa Borchers, so eigur HB at fáa pening fyri hann. 21-ára gamli danski áleyparin hevur sáttmála við HB til og við 2024. Hørður Askham er júst farin úr HB til danska AB.

Mads Borchers kom til 07 Vestur í fjør og hevur skotið 22 mál í 47 dystum í Føroyum. Sterki vinstrabeinti spælarin hevur, sambært bolt.fo, níggju upplegg í Betrideildini í ár. Eingin hevur fleiri, og eru góðu avrikini í føroyskum fótbólti helst grundarlag fyri áhuganum úr Svøríki.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder