Fótbóltur

Hørður kunngjørdur í Danmark

Landsliðsmiðverjin skiftir úr HB, og hevur hann skrivað undir sáttmála galdandi til 2025 í Gladsaxe. AB-venjarin fegnast um nýggja spælaran.

Hørður Askham í Parkini undan dystinum í 2021, har hann fekk fulla spælitíð. AB leggur dent á, at nýggi miðverjin hevur royndir frá dystum á høgum stigi (Mynd: Sverri Egholm)

Hørður Askham í Parkini undan dystinum í 2021, har hann fekk fulla spælitíð. AB leggur dent á, at nýggi miðverjin hevur royndir frá dystum á høgum stigi (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-25 20:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um vikuskiftið skrivaðu vit um, at Hørður Askham var á veg til danska AB. Tá manglaði tað síðsta at koma uppá pláss, og í kvøld hevur felagið úr triðbestu donsku deildini kunngjørt føroyska miðverjan. Skrivað verður at Hørður hevur undirskrivað ein tvey-ára sáttmála

- Við sær tekur Hørður Askham eina rúgvu av royndum frá evropeiskum kappingum og landsiðsfótbólti. Í sínari tíð í HB spældi hann í fimm Champions League-dystum og 10 Europa League-dystum. Askham hevur eisini umboðað Føroyar, og spældi hann millum annað móti Danmark í Parkini í november 2021.

Høvuðsvenjarin David Roufpanah er ógvuliga væl nøgdir við, at hann nú hevur 28-ára gamla føroyingin tøkan

- Askham kemur við umráðandi royndum frá dystum á høgum stigi. Sum spælari hóskar hann væl inn í okkara leikhátt. Hann hevur eina blanding av fysisikari styrki og góðum alveringsspæli(...) Hann kemur eisini í hópin við einum góðum hugburði og einum ynski um at menna seg sjálvan og liði.

Hetta er fyrstu ferð, at Hørður Heðinsson Askham fer at spæla fótbólt uttanfyri landoddarnar til dagliga. Skjóti og sterki verjuspælarin skal eisini taka útbúgving í Danmark.

[object Object]
Hørður í grøna búnanum hjá siðbundna felagnum norðanfyri Keypamannahavn. AB spælir í løtuni í triðbestu deildini í Danmark (Mynd: ab-fodbold.dk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder