Fótbóltur

HB nærkast veruliga oddinum

Tað endaði við stórsigri, tá AB vitjaði í Gundadali, og hóast HB framvegis er uttanfyri topp-fýra, so eru føroyameistararnir aftur har, sum tað er heilt stuttuligt at verða. Á Eiði kom Skála aftur á sigruskós.

Ari Mohr Olsen skoraði tvey mál í 5-0 sigrinum á AB, og HB er nú bert tvey stig aftanfyri Víking, ið spælir í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang - savnsmynd)

Ari Mohr Olsen skoraði tvey mál í 5-0 sigrinum á AB, og HB er nú bert tvey stig aftanfyri Víking, ið spælir í morgin (Mynd: Jens Kr. Vang - savnsmynd)

2019-06-28 20:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tveir teir fyrstu dystirnir í 15. umfari í Betrideildini eru leiktir í kvøld. HB hevði møguleikan at nærkast teimum fýra liðunum omanfyri seg og leggja trýst á, og Skála skuldi royna at vinna fyri fyrstu ferð síðani dystin ímóti júst HB í 7. umfari.

HB kom á odda næstan beinanvegin og hevði eisini góðar møguleikar at økja fyri steðgin. Millum annað raktu føroyameistararnir stongina tríggjar ferðir - tvær ferðir var tað Adrian Justinussen. Argjamenn vóru í løtum væl við í spælinum, men í 2. hálvleiki var stórur munur á. HB lukkaði dystin um tíman, tá tveir fyrrverandi AB-leikarar slóu til. Spurningurin var nú bara, hvussu stórur sigurin fór at verða, og stutt fyri leiklok syrgdi innskifti Pætur Petersen fyri, at allir sandoyingarnir hjá HB komu á máltalvuna í kvøld, áðrenn Ari Mohr Olsen gjørdist tvífaldur málskjútti í yvirtíðini. 21-ára gamli áleyparin er í málformi, og nú hevur hann 8 mál í Betrideildini. HB er í góðum stima og er væl við í FM-stríðnum aftur; AB er framvegis í stórum trupulleikum.

[object Object]
(Dan í Soylu skoraði annan dystin á rað, og hann og Ari Mohr Olsen eru umráðandi  í góðu gongdini hjá føroyameistarunum, sum í løtuni bert eru eitt stig aftanfyri grannarnar - Mynd: Jens Kr. Vang)

Eftir sjey ósigrar á rað í Betrideildini bragdaði tað í kvøld hjá Skála. Útiliðið vann tepurt á Eiði, og er nú harvið tíggju stig framanfyri EB/Streym. 12 stig eru til HB og ovaru hálvu, og Skála fer helst at liggja í ongamannalandi restina av árinum. Tað var tó umráðandi, at fáa ein sigur aftur hjá teimum appelsinlittu, ið sótu meira á dystinum fyri steðgin. Tað vóru fáir málmøguleikar, men miðskeiðis í 2. hálvleiki bragdaði hjá Skála - tað var miðvallarin Janus Svabo Samuelsen, ið gjørdist matchvinnari eftir skjótálop.

[object Object]
(Pætur Dam Jacobsen legði upp til málið hjá Skála í kvøld - Sølvi Vatnhamar og Víkingur spæla í morgin seinasta dystin í Betrideildini undan summarstegðinum - Mynd: Sverri Egholm)

Í morgin kann Vìkingur taka oddasessin og trekkja frá HB aftur, umframt teimum trimum liðunum ið ikki spæla sínar dystir í umfarinum fyrenn eftir evropeisku luttøkuna. Til ber at fylgja støðuni í dystinum á forsíðu okkara.

15. umfar:

HB - AB 5-0 (1-0)
5' Ari Mohr Olsen 1-0
59' Tróndur Jensen 2-0
63' Dan í Soylu 3-0
89' Pætur Petersen 4-0 
90' Ari Mohr Olsen 5-0

EB/Streymur - Skála 0-1 (0-0)
66' Janus Svabo Samuelsen

(Í morgin kl.15.00): Víkingur - TB

Støðan í Betrideildini: 
1. NSÍ (32 stig) 
2. KÍ (32 stig) 
3. Víkingur (32 stig)
4. B36 (31 stig) 
5. HB (30 stig) * 
6. Skála (18 stig) * 
7. TB (15 stig) 
8. EB/Streymur (8 stig) *
9. ÍF (5 stig) 
10. AB (4 stig) *

*Ein dyst fleiri




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder