Fótbóltur

HB og Víkingur hava fult stigatal eftir summarsteðgin

Bæði liðini hava spælt tríggjar dystir og m.a vunnið tveir hvør á uppflytarum. 07 Vestur er ósigrað í sínum fýra dystum eftir steðgin.

Fyri Víking og HB er tað umráðandi, at skava øll stigini saman, sum til ber at fáa fatur ár. Adrian Rúnason Justinussen hevur verið flúgvandi fyri HB síðstu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Fyri Víking og HB er tað umráðandi, at skava øll stigini saman, sum til ber at fáa fatur ár. Adrian Rúnason Justinussen hevur verið flúgvandi fyri HB síðstu dystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

2023-08-23 08:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinasti triðingur í Betrideildini er farin í gongd, og tað er í øllum førum ein ávísur spenningur allastaðni á stigatalvuni - serliga í botnstríðnum.

Topp-fýra liðini eiga at hava spælt tríggjar dystir eftir summarsteðgin, meðan hini seks liðini hava havt fýra dystir á skránni. Hetta er orsakað av evropeisku luttøkuni hjá KÍ, HB, B36 og Víkingi, sum spældu sínar dystir í 16. umfari mitt í viku í mai.

Einasta undantakið eru KÍ og EB/Streymur. Teirra dystur fyrst í august varð útsettur til 27. september vegna Champions League-luttøku hjá KÍ. Harvið hevur oddaliðið spælt tveir Betrideildar-dystir eftir summarsteðgin, meðan EB/Streymur hevur spælt tríggjar. Fyriuttan TB, ið einki stig hevur fingið seinastu fýra umførini, hevur KÍ ringastu úrttøkuna eftir stegðin. Liðið hjá Magna Hoseth hevur tó sum nevnt spælt 1-2 færri dystir.

Tað eru tvey lið, sum hava fingið fulla úrttøku eftir summarsteðgin. Bæði vórðu sligin út úr Conference League 20. juni og hava síðani spælt tríggjar Betrideildar

HB hevur gjørt sína uppgávu móti botnliðum: Bast ÍF tvær ferðir - eina ferð stórt og eina ferð meira teputrt - og vunnið 5-0 á AB. Víkingur hevur "greitt sína skyldu" móti TB tvær ferðir og gjørdist 11. august fyrsta liðið, sum vann/fekk stig frá KÍ.

HB er nú nærri KÍ, og Víkingur roynir eisini at nærkast topp-trý. 07 Vestur jagstrar Víking og 4. plássið og hevur staðið seg væl, í mun til tað, eftir steðgin. 07 Vestur hevur vunnið á bæði EB/Streymi og B68 - við málum seint í dystinum. Liðið hjá Lars Arna Nilsen var aftanfyri við tveimum málum móti B36, tá fáir minuttir vóru eftir, men fekk javnleik. Sunnudagin gjørdist 07 Vestur so fyrsta liðið, sum fekk stig í Klaksvík. 

Støðan:

1. KÍ 49 stig *
2. HB 44 stig
3. B36 43 stig
4. Víkingur 36 stig 
5. 07 Vestur 30 stig 
6. EB/Streymur 19 stig *
7. TB 15 stig 
8. B68 14 stig
9. ÍF 12 stig 
10. AB 10 stig 

* Ein dyst færri

Næsta umfar - 20. umfar, sunnudagin 27. august: 

20
27-08-2023

-

20
27-08-2023

-

20
27-08-2023

-

20
27-08-2023

-

20
27-08-2023

-


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder