Fýra tær fyrstu áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vóru á skránni í kvøld.
Sum væntað var størsti spenningurin í Sarpugerði. Mongu áskoðarnir fingu eisni drama og undirhald fyri pengarnar.
HB legði seg á odda við sínum fyrsti skoti í dystinum, tá Hanus Sørensen pløkkaði bóltin uppundir nettakið av brotsteigarmarkinum nakað til høgru. Hetta var eftir gott upplegg frá Adrian Justinussen, ið dribblaði væl mitt fyri og fann høgra bakkin. Hetta var beint eftir, at Víkingur kundi lagt seg á odda eftir gott og einfalt uppspæl og skot frá Jákupi Johansen. Víkingarnir tóku yvir stutt eftir málið, vunnu nógvar "næstu bóltar" og løgdu trýst á málið hjá Teiti Gestssyni við millum annað innlegsspælinum - Bartal Wardum og Heðin Hansen vóru tó stinnir saman við Teiti.
Høgri bakkurin Hanus Sørensen byrjaði væl og legði HB á odda við flottum skoti (Mynd: Sverri Egholm)
Tíggju minuttir eftir hálvleik fekk heimaliðið hol á eftir snilt flatt hornaspark, ið Arnbjørn Svensson javnaði uppá. Júst Arnbjørn var frálíkur í miðverjuni saman við Bergi Gregersen og tók ábyrgd, nú Atli Gregersen var leikbannaður. Ingi Jonhardsson og Signar á Brúnni stóðu fyri nógvari orku, vilja og framfýsni á bakkunum og 20-ára gamli Aron Jarnsskor Ellingsgaard tað sama - gøtumaðurin vísti seg ógvuliga fram á sentrala miðvøllinum saman við Geza Turi.
Víkingur var nakað omaná og kundi havt avgjørt dystin, men HB, ið var nakað tannleyst frameftir tað mesta av seinna hálvleiki, avgjørdi dystin. Útiliðið fekk eitt fríspark, sum helst ikki burdi verið dømt, tí víkingurin fekk eitt bein á bóltin. Adrian Justinussen rakti múrin, og bólturin mundir enda í málinum. Talan gjørdist ístaðin um hornaspark, góða innleggið frá Viljormi fór framvið øllum uttan Áka Samuelsen sum við aftaru stong hegnisliga prikaði bóltin í Víkinga-málið. Arnbjørn Svensson segði eftir dystin við Portalin, at hann helt talan vera um øðiligt bíligt fríspark upp til, men at teir bara burdu vart betri fyri í hornassparksstøðuni.
Víkingur kundi - og burdi eisini - havt javnað og sent dystin í brotssparksskapping. Seinastu minuttirnar breyt liðið tvær ferðir ígjøgnum í vinstru, men fyrru ferð stútaði lívligi og nú púra fríi Martin Klein beint í handskarnar á Teiti, og stutt aftaná fekk eingin prikað góða bóltin frá innskifta Poul Kallsberg í málið.
Tað røkkir ikki til sigrar hjá Víkingi beint nú, og steypavinnararnir eru úti. Tveir ungir HB'arar skoraðu málini í stríðnum í Sarpugerði, og HB hevur nú vunnið á bæði B36 og Víkingi í ár. Spælið hekk ikki serliga væl saman í dag, men liðið hjá Dalibor Savic var tað kaldari og stríddi seg víðari til fjórðingsfinalurnar í steypakappingini.
Myndir: Sverri Egholm
1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið 2023 - Áttandapartsfinalur
Í dag, fríggjadagin 21. apríl
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-2
NSÍ - MB 14-0 (4-0)
FC Hoyvík - EB/Streymur 0-6
Skála - B71 3-1 (0-0)
Allir málskjúttar og meira um hinar dystirnar um eina løtu.
Í morgin, leygardagin 22. apríl
15.00:
TB - B68
ÍF - 07 Vestur
16.00: AB - FC Suðuroy
18.00: B36 - KÍ
Televarpið vísir allar dystirnar, og eftir dystin millum B36 og KÍ verður lutakast um, hvussu spælast skal í fjórðingsfinalunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald