Arnbjørn Svensson tók ábyrgd í miðverjuni hjá Víkingi í dag. Hann sigur við Portalin, at nógv ting hjá Víkingi eydnast væl í dag - betri enn í síðstu dystinum - og at Víkingur fekk trýst HB væl í løtum. Tó manglar síðsta góðskan og hetta serliga í brotsteignum.
Málskjúttin heldur, at frísparkið áðrenn avgerandi málið í longdu leiktíðini var ógvuliga bíligt, men at liðið skal gera tað betri at verja hornasparksstøðuna aftaná. Hon endaði við, at Áki Samuelsen avgjørdi dystin.
Eftir tríggjar dystir uttan sigur og eitt farvæl í steypakappingini er bara eitt at gera, staðfestir 23-ára gamli maðurin úr Syðrugøtu: Tað er at arbeiða harðari.
Víkingur og HB hittast aftur í landskappingini týskvøldið. Hesaferð í Gundadali.
Víkingur - HB 1-2 eftir longda leiktíð (1-1 eftir vanliga leiktíð)
17' Hanus Sørensen (Adrian Justinussen) 1-0
55' Arnbjørn Svensson (Geza David Turi) 1-1
114' Áki Debes Samuelsen (Viljormur Davidsen) 1-2
Sí eisini:
Áki Samuelsen: - Hetta er ein ótrulig kensla
HB sendi steypavinnararnar út eftir longda leiktíð í Sarpugerði
Myndir: Víkingur - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald