Í morgun setti besta mansliðið hjá JB kós ímóti Albania, har teir skulu royna seg í Champions League-unfanumfari.
Við var nýggjur maður við í ferðalagnum. Talan er um 21 ára gamla málmannin Róa Mørk Hentze, sum er leigaður frá grannafelagnum B36.
HB hevur eisini stutttíðarleigað 20 ára gamla Hanus Sørensen, sum vanliga spælir við Middelfart BK. Hann skal styrkja um hópin, serliga í evropeisku avbjóðingunum í summar.
Tað er týsdagin klokkan 20, at HB spælir fyrsta dystin í undanumfarinum til Champions League. Tað verður ímóti Inter Club d'Escaldes úr Andorra. Um tað eydnast er finala á skránni móti Folgore úr San Marino ella Prishtina úr Kosovo fríggjadagin.
Vinnur HB finaluna, og kemur víðari er tað ungarsku meistararnir Ferencváros, sum bíða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald