Jens Berthel Askou er settur sum nýggjur venjari hjá HB, hetta boðar felagið frá á heimasíðuni í kvøld.
Askou er 37 ára gamal, og hevur seinast verið høvuðsvenjari hjá Vendsyssel í donsku Superliguni. Harumframt hevur hann verið hjálparvenjari í Skive IK, Thisted FC og Vendsyssel, áðrenn hann tók sæti sum høvuðsvenjari har.
Umframt royndir sum venjari, hevur hann eina drúgva yrkisleið aftanfyri seg, sum leikari. Hann hevur spælt í donsku Superliguni og 1. deild, og í turkiskum og enskum fótbólti, har hann hevur umboðaði ávíkavist Kasımpaşa S.K. og Norwich City.
Sáttmálin við Askou er galdandi til og við 2021.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald